Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Síðani Týskland í vár læt átta kjarnorkuverk aftur, hevur Týskland verið noytt at innflyta franskan kjarnorkustreym.

Týskland keypir franskan kjarnorkustreym

Hálvalmenna franska orkufelagið EDF upplýsir, at felagið millum apríl og september í ár hevur selt 4,4 TWh av streymi til Týsklands. Hetta er sjey ferðir meiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Tá Angela Merkel samveldiskanslari og stjórn hennara í mars tóku avgerð um, at átta av teimum 25 týsku kjarnorkuverkunum fyribils skuldu latast aftur, hvarv ein máttur á 9.000 MW við eini ársframleiðslu upp á umleið 60 TWh av ravmagni.

Hetta er líka nógv sum allur svenski kjarnorkukapasiteturin, skrivar Ny Teknik.

Hetta hevði við sær, at Týskland brádliga broyttist frá at vera ein nettoútflytari av el til grannalondini í Evropa til at vera ein nettoinnflytari.

Ikki longur orkubanki

Týskland við sínum blandingi av kolaorku, gassorku, kjarnorku og vindorku hevur verið ein "orkubanki" hjá restini av Evropa við einum árligum útflutningi av el upp á 20 TWh.

Nú er Týskland endað í eini støðu, har tey ístaðin noyðast at innflyta 40 TWh um árið sambært uppgerð frá svenska Energimarknadsinspektionen.

Og nú eru tað fronsk kjarnorkuverk, sum tryggja Týsklandi nóg nógvan streym.

Júst nú hevur Frakland eitt elyvirskot, m.a. takkað veri lýggja veðrinum.

Men verður veturin harður, kann fara at standa á hjá Týsklandi at nøkta eltørvin við innflutningi úr Fraklandi.

Suðurtýskland kann fáa trupulleikar við ”black outs” og ”brown outs” – tá tað annaðhvørt verður púra svart ella tá tað fer at bleiktra í perunum.