Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ulrike Steuerwald heiðrað heiðurslimur

Hósdagin handaði GSD felagið Ulrike Steuerwald heiðursbræv, har hon varð tilnevnd heiðurslimur í felagnum. Heiðurin varð givin fyri stóra arbeiðið, hon ger fyri føroyingar við Glykogen goymslubreki.

Tíðindaskriv:

Síðani 1995 hevur Ulrike Steuerwald gjørt eitt stórt arbeiði fyri føroyingar við GSD typu 3a. Uttan hennara hjálp høvdu sjúklingar við hesi sjúku ikki fingið nóg góða viðgerð. Saman við GSD felagnum hevur hon skipað fyri fleiri námsskeiðum. Við hjálp og ráðgeving, og við at fáa samband í lag við serfrøðingar, hevur hon gjørt tað møguligt hjá føroyingum við GSD3a at fáa eina breiða vitan um sjúkuna, soleiðis at tey nú kunnu liva so at siga uttan sjúkueyðkenni.

Í heiðursbrævinum til Ulrike sigur GSD felagið soleiðis:

Við hesum heiðursbrævi verður Ulrike Steuerwaldtilnevnd til heiðurslim í GSD felagnum.

Ulrike Steuerwald verður við hesum heiðursbrævi tilnevnd heiðurslimur fyri tað stóra arbeiði, hon ger fyri føroyingar við Glykogen Goymslubreki, Glycogen Storage Disease.

Ulrike Steuerwald hevur við sínum góða hjartalagi og arbeiðssemi sýnt føroyingum við GSD ómetaliga stóra umsorgan.

Ulrike Steuerwald hevur lagt nógv fyri, og hevur stríðst fyri at savna vitan til fólk við GSD.

Hjartaliga takka vit Ulrike Steuerwald fyri, at hon í so mong ár áhaldandi hevur verið til reiðar at hjálpa og stuðla føroyingum við GSD.