Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg meini tað. Jógvan er vorðin stuttmintur. Gitið hvør var fremst at álboga seg fram til myndatøku, tá bøkkarnir fuku um oyruni á okkum og gravimaskinurnar blástu í lúðurhorn fyri skúlanum?
Man veit ikki, um man skal flenna ella taka tað seriøst. Tað er nærum tragikomiskt at lesa viðmerkingarnar hjá Tjóðveldi um ymisk mál, sum samgongan í Tórshavnar býráð fremur. 
 
Alt sum framt verður, verður sáplað niður, og samstundis verður surrað og mjarrað um onnur mál, sum ikki verða framd. Tjóðveldi er oftast ikki við í nakrari viðgerð av málum, men eftirrationaliserar um alt og øll í fjølmiðlunum eftir, at øll onnur hava tikið avgerðirnar fyri tey.
 
Fólk eiga at vita, at Tjóðveldi ikki hevur atkvøtt fyri eini einastu fíggjarætlan seinastu fýra árini. Flokkurin hevur ongar visjónir, men stendur uttanfyri alt vanligt býráðsarbeiði og grenjar. Uttan ábyrgd. 
 
Sum varaborgarstjóri og nevndarlimur í eitt nú mentamálanevndini hevur Jógvan Arge tó verið við til at loyst nógvar bøkkar, hóast hann í viðgerðini av somu málum onga meining hevur havt ella hevur sagt seg at "taka støðu á seinni fundi", sum er afturvendandi viðmerkingin í ótali av fundarfrágreiðingum.
 
Nú skrivar Jógvan Arge, at alt "tað betra fólkið á Vaglinum hevur verið úti á Fløtum við haka og vent hvør sínum bøkki...." 
 
Eg meini tað. Jógvan er vorðin stuttmintur. Gitið hvør var fremst at álboga seg fram til myndatøku, tá bøkkarnir fuku um oyruni á okkum og gravimaskinurnar blástu í lúðurhorn fyri skúlanum?
 
Góði Jógvan. Hvat dámar tær hesa myndina av tveimum av tí betra slagnum??
 
Tosa um at skjóta seg sjálvan í fótin.
 
Heðin Mortensen
borgarstjóri