Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu í Føroyum

Til løgtingsfundin í morgin 23. august 2017, hevur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu í Føroyum
 
Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
 
1.     Hvørjar yvirskipaðar ætlanir hevur landsstýrið við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluni í Føroyum?
2.     Eru ítøkiligar ætlanir, sum vit fara at síggja aftur á landsins fíggjarlóg, fyri 2018?
 
Magnus Rasmussen sigur í sínum viðmerkingum til fyrispurningin, at vit hoyra mangan, at tað gongur væl í Føroyum. Jú, tað gongur væl í Føroyum á nógvum økjum, men tó ikki á øllum økjum. Eitt økið, sum tað ikki gongur væl á er rúsdrekka- og rúsevnaøkinum, og her hugsi eg um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna í landinum. Hesin trupulleikin er stórur og er eisini vaksandi, serliga millum ungfólk. Løgmaður tekur hetta við í ólavssøkurøðu síni og sigur m.a. soleiðis:
 
·         Men summi ung tykjast vera fangað í eini marru. Tey droyma um at fóta sær og koma aftur á beint. Rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsla er gerandisdagur fyri alsamt fleiri av okkara ungu. Men higartil hava tey undir 18 ikki fingið viðgerð í Føroyum.
 
·         Í 2017 er peningur játtaður til tvey viðgerðartilboð til ung: annað er stovnurin “Frælsið” á Eiði, og hitt er Blákrossheimið, sum fer at veita ungum eitt ambulant tilboð
 
·         Mangan eru tað tó samansettir trupulleikar, sum elva til misnýtsluna. Tí verður eitt breitt viðgerðartilboð eisini skipað til ung undir 18
 
·         Í næstum verður aðalorðaskifti um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk, og hvussu vit tryggja dygdargóð viðgerðartilboð til øll, sum hava viðgerð fyri neyðini.
 

At enda sigur Magnus Rasmussen í sínum viðmerkingum til munnliga fyrispurningin, at tað er í hesum sambandi, at hann setir landsstýriskvinnnuni spurningin, hvørjar yvirskipaðar ætlanir landsstýrið hevur við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluni í Føroyum, og um landsstýrið hevur ítøkiligar ætlanir á økinum fyri 2018.

Sambandsflokkurin