Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Um tunnilsverkætlanina á Hvítanesi aftaná alment innlit í málið

Tórshavn misrøkir skyldur sínar - køvir Hvítanes - og norsk ráðgeving er dumpað.

Fyri Hvítanes er løgfrøðiliga galdandi serstøk byggisamtykt frá 29. mars 1979, sum seinast er broytt 25. mars 2009. Har er ásett, at sethúsaútstykking er løgd út og góðkend av Tórshavnar kommunu, sum er byggimyndugleiki sambært býarskipanarlógini. Henda serstaka byggisamtykt er góðkend av landsstýrinum. 

Byggisamtyktin hevur kortskjal afturat ásetingum har ávísir matriklar eru nevndir: matr. nr. 94, 107, 102b og 98, ið allir meira og minni eru lagdir út til eina ætlaða sethúsaútstykking. 

Við serstøku byggisamtyktini fyri Hvítanes og alment galdandi reglum í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu dagførd pr. 1.apríl 2016, er byggivaldið hjá Tórshavnar kommunu / býráðnum, og hevur byggifulltrúin her eftirlit við, at byggisamtyktir verða hildnar og at umsita hesar. 

Til bygging verður roknað: fastar konstruktiónir, verklag og lendisregulering, og sum ásett í §5 í býarskipanarlógini, um innihald byggisamtykta, stk.6, um hvar ið vegir skulu verða, leið teirra og breidd og annað, og sum eisini tilskilað í § 3, um innihald, broytan og víðkan býarskipanna, skal verða greitt frá, hvussu økið, ið skipanin umfatar, er vorið í løtuni, og hvussu tað er skipað og bygt. Her skal verða greitt frá so gjølla, sum neyðugt er, til at vissa hóskandi og haldgóða skipan fyri byggi-, vega- og havnarviðurskiftum nú og í framtíðini. Býarskipanin skal smb. stk.1. í § 3 vísa hvar vegir eru, leið teirra, byggilinjur, v.m. og stk. 2, hvar ið opin økir og annað tílikt, ætlað almennari ferðslu, eru. 

Býarskipanarskjalið skal sostatt vísa m.a. verandi vegakervi og hvar byggimyndugleikin / býráðið hevur ætlanir at framtíðar leið og skipan teirra skal verða. 

Ásett er í §3 stk. 4, at ein góðkend býarskipan kann verða broytt ella víðkað eftir teim í § 1 ásettu reglum. Sagt verður her eisini: Eitthvørt kommunustýri hevur í umsiting síni yvirhøvur skyldu at ganga fram eftir góðkendari býarskipan. 

Niðurstøða: 

Tá landsstýrismaðurin ikki hevur brúkt sínar heimildir smb. býarskipanarlógini § 6 stk. 6. at gera serstaka byggisamtykt fyri Hvítanes, og við hesi heimild tikið byggimyndugleikan frá býráðnum, hevur Tórshavnar kommuna alla tíð havt byggimyndugleikan, og tí havt heimild at steðga arbeiðnum. 

Her hevur Tórshavnar kommuna tí framt brot á egnu byggisamtykt, og ikki umsitið hana sum hon hevur skyldu til at gera fyri at verja áhugamálini hjá borgarum sínum. 

Í stuttum kann sigast, at hvørki landsstýrismaðurin, Landsverk ella Tórshavnar Kommuna hava víst serstakan dugnaskap at umsita galdandi lóggávu, og hava ikki fylgt teim ásetingum galdandi eru. 

Býarskipanarlógin sum broytt í 2009 ásetur í § 5. stk. 3, at uppfylt ella turrlagt sjóøki, tunlar og onnur bygningsverk undir jørð, skulu, áðrenn hesi verða gjørd, hava heimild í góðkendari byggisamtykt. 

Neyvan kann grundgevast fyri at eitt partafelag skal verða frítikið meginásetingum, sum t.d. at søkja um byggiloyvi. Um so var, at tunnilsfelagið søkti um byggiloyvi til umrøddu verkætlan, mátti fyrst gerast nýggj serstøk byggisamtykt fyri økið. 

Tórshavnar kommuna hevði møguleika fyri innan tvær vikur at fáa broytt og frá landsstýrinum góðkent nýggja serstaka byggisamtykt fyri Hvítanes við ávísing til broyting í býarskipanarlógini við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, § 6. stk. 6. um stytting av tíðarfreistum fyri framløgu og kæru, og við grundgeving, at talan var um týðandi samfelagslig og vinnulig atlit. 

At tunnilsfelagið við ráðgevum sínum ikki søkir um byggiloyvi ella yvirhøvur kannar møguligar byggingarfyriskipandi ásetingar fyri kommununa, sum liggja alment frammi á kortal.fo, og at Tórshavnar kommuna / býráðið ikki ger sína skyldu at steðga einum ikki lógligum arbeiði, gevur eina ábending um ikki skilagóða tilgongd at lúka fortreytir samb. galdandi lóggávu. 

Ábyrgdin av, at býarskipanin virkar til frama fyri kommunu, bý og fólk, liggur fyrst og fremst hjá Tórshavnar kommunu / býráðnum, eins og vanlig lóggáva um byggiloyvir, byggisamtyktir v.m. ásetur. Í hesum føri er greitt, at kommunan ikki hevur verið nóg hyggin í sínum arbeiði, og tí kann lastast fyri vánaliga umsiting og brot á byggisamtyktina fyri Hvítanes og almennu samtyktina fyri kommununa, - og fyri vánalig fólkaræðislig atlit. 

Staðfestast kann at A: 

1. Byggimyndugleikin hevur ikki tikið atlit til at serstøk byggisamtykt er galdandi júst fyri økið har ætlaða tunnilsføring kemur út á Hvítanesi, og átti, var rætt atborið, at gjørt broyting til galdandi byggisamtykt smb. § 5 stk. 7 í býarskipanarlógini. 

2. Tá byggimyndugleikin / býráðið ikki broytti byggisamtyktina, var møguleiki hjá landsstýris-manninum, at brúka sína heimild smb. §1 stk. 5 og 6, við undirtøku býarskipanarnevndarinnar, at broyta býarskipanina fyri ummælta øki, og harvið kunna framt tey mál, sum annars smb. býarskipanarlógini og lóggávu liggja undir kommunustýrinum. 

Her er mannagongdin hin sama fyri landsstýrismannin sum fyri kommununa / býráðið, at broytingar skulu gerast smb. ásetingum fyri gerð av nýggjari byggisamtykt 

3. Býarskipanarlógin ásetur í §5. stk. 3, at tunlar og onnur bygningsverk undir jørð skulu, áðrenn hesi verða gjørd, hava heimild í góðkendari byggisamtykt. 

Í uppritinum frá løgfrøðingi verður m.a. sagt, at tað er ein sannroynd, at landsverk ongantíð søkir Tórshavnar kommunu um loyvi til at fara í gongd við tær vegagerðir, ið eru gjørdar á 

landsveganetinum, og sum virka við heimild í landsvegalógini, og at kommunan ikki áður hevur mótmælt hesum. 

Øll vegagerð fer fram í kommununum, og har galda ásetingar í býarskipanarlógini, um hvør ið hevur byggimyndugleikan, og har galda ásetingar í býarskipanarlógini innan alt kommunumarkið um hvør hevur byggimyndugleikan. 

Skipað er partafelag, Tunnilsfelagið, at útinna tunnilsverkætlanina, og ráðgevarar eru valdir at taka sær av verkætlani, og her eisini kanna hvørjar byggingarásetingar kunnu vera í økinum. Felagið skal sum øll onnur vinnurekandi feløg, áhugafeløg, stovnar og privat søkja um byggiloyvi tá ætlað er at byggja. 

Tað var siðvenja, at kommunur við m.a. havnabyggingum, ikki gingu eftir nakrari byggisamtykt. Hetta hevði við sær fleiri óheppnar avleiðingar, og varð tí sett í Býarskipanarlógina í 2009 í § 5. stk. 3, at uppfylt ella turrlagt sjóøki, tunlar og onnur bygningsverk undir jørð skulu, áðrenn hesi verða gjørd, hava heimild í góðkendari byggisamtykt. 

Staðfestast kann at B: 

Tunnilsfelagið byrjar at grava av til veg til tunnilin nakað vestan fyri Hvítanes í 4.grundumráði í Tórshavnar kommunu við linjuføring, ið tileinkisger galdandi serstøku byggisamtykt fyri Hvítanes, har økið í kortskjalinum er lagt út til sethúsabygging. 

Tunnilsfelagið hevur fingið egnu løgtingslóg nr. 30 frá 14. apríl 2014, og er stovnað sum partafelag. Her kann stórur ivi setast um stýriskipanarlógin heimilar at eitt partafelag, alment ella privat, kann fáa litið upp í hendi vegamyndugleika við løgtingslóg. 

Landsverk verður settur sum góðkenningarmyndugleiki, tó at ásetingar ikki síggast orðaðar at onnur lóggáva sum t.d. býarskipanarlógin og tað §5. stk. 3 í henni áseta um serstaka byggisamtykt, er sett úr gildi. Spyrjast kann hvørjari serstakari byggisamtykt arbeiðið ella góðkenningin hjá landsverk hevur verið grundað á. Vanligt er ikki at stovnar undir landinum útskriva byggiloyvir til sín sjálvs, tí slíkt liggur og hevur altíð ligið hjá lokala og kommunala valdinum - har fólk búgva. 

Byggimyndugleikin, umrøddur verður hjá landsverk í nevndu lóg, er nokk meira ætlaður skipan, umsiting, leiðslu og stýring av verkætlan vegna tað almenna og í mun til Tunnilsfelag og ráðgevar tess. 

Tað kann tykjast heldur lætt umgingið frá løgfrøðinginum, at siga, at yngri lóggáva yvirrular eldri lóggávu. Í slíkum førum har dagførd ella nýggj lóggáva verður gjørd fyri eldri lógir og reglur, verður væl og virðiliga staðfest hvør lóg verður sett úr gildi, ella hvørjar greinar verða settar úr gildi. 

Ein serlóggáva, ið hevur við umsiting og planlegging av lendisviðurskiftum at gera, eigur sum minsta mark at siga frá um atltit og sambond við aðra lóggávu m.a. um byggisamtyktir, byggivald og byggiloyvir v.m. 

Serlóggáva kann gerast, men skal tá skilast til hvør lóggáva er sett til viks og hvørjar ítøkiligar reglur koma ístaðin. 

Verður slíkt ikki gjørt, er talan um anarki og lógloysi, enntá fyriskipað av lóggávuvaldinum. 

Fyri skomm skyld má Tórshavnar Kommuna leggja málið fyri Fútarættin, og fáa flutt tunnilsmunnan inn um Sandvíkar soleiðis at Hvítanes kann hava eina framtíð. 

Hanus Vang, verkfrøðingur