Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboð úr Føroyum við til innvígan av Bahá'í templinum fyri Suður Amerika

Dagarnar frá 13-16 oktober, hevur Bahá'í samfelagið kring heimin hátíðarhildið at Bahá'í templi fyri Suður Amerika kundi innvígast.

Eisini eru tempul í Chicago í Amerika, Kampala í Uganda, Sydney í Australia, Frankfurt í Týsklandi, Panama City í Panama, Apia í Samoa og New Delhi í India.

Tað eru nú 8 tempul kring heimin. Tað seinasta, ið liggur í Santiago, Kili er liðugt bygt og við einum hátíðarhaldið í døgunum 13-16 oktober er tað nú opið fyri almenningin.

Í hesum sambandi vóru tvey umboð við úr Føroyum. Ann Kristin Dyrdarklett Hansen og Sóley Philbrow Troleis.

Tilsamans vóru 5000 Bahá'íar við, úr øllum heiminum, frá á leið 110 londum, ið var eitt avmarka tal, fyri at fáa pláss fyri øllum til hátíðarhaldið.

Hugsanin við einum Bahá'í templi, er at tað skal verða innbjóðandi fyri øll. Tað skal verða eitt tekin fyri eindina av mannaættini.

Templi er opið fyri allar trúðarbólkar og øll menniskjur, til stillar bønir og djúphugsan. Tað eru ongar talarastólar, ei heldur ein innsamling av pengum. Bahá'í tempul eru ein gáva frá Bahá'í samfelagnum til øll ið hava hug at brúka tey. 

http://templo.bahai.cl/en/inauguracion/

Bahá'í samfelagið