Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðsmaðurin gav Vinnumálaráðnum eina átalu

Álit viðv. klagu um, at Vinnumálaráðið partvíst sýtti fyri innliti í frágreiðing frá grannskoðara

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Vinnumálaráðið bert gav Kringvarpinum partvíst innlit í eina frágreiðing um fíggjarviðurskifti í A. Umboðsmaðurin var samdur við Vinnumálaráðnum í, at upplýsingarnar kundu undantakast frá almennum innliti við heimild í § 13, stk. 1, nr. 6 í innlitslógini. 

Hóast Vinnumálaráðið hevði mett, at allar upplýsingarnar kundu undantakast frá innliti, gav Vinnumálaráðið innlit í nakrar upplýsingar í frágreiðingini, tí hesar vóru almannakunngjørdar frammanundan. 

Umboðsmaðurin gav Vinnumálaráðnum eina átalu fyri ikki at kunna skjalprógva, at upplýsingarnar vóru almannakunngjørdar, áðrenn Kringvarpið fekk innlit í hesar. (LUM 15/00110)
Álitið kann lesast her: http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f15-00110+Alit.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=31386&NewsID=5744&Action=1