Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðsmaðurin hevur gingið ígjøgnum 87 innlitsmál hjá aðalráðunum

Umboðsmaðurin hevur kannað, hvussu aðalráðini viðgera umbønir um alment innlit. Endamálið var at kanna møguligar skipanarligar feilir ella óhepnar mannagongdir.

Í kanningini hevur umboðsmaðurin viðgjørt spurningar um m.a. vantandi svar um innlit í starvssetanarmál, meirinnlit til fjølmiðlar, um serstaka lógaráseting, um tagnarskyldu, óneyðuga umbøn um nágreinan og um vantandi ekstrahering. Somuleiðis spurdi umboðsmaðurin aðalráðini um innlit í samráðingarmál, vantandi heimild at sýta innlit í nøvn, innlit í mál um psykiskan sjúkling og mál um lóggávu.

Umboðsmaðurin vísir í fleiri førum á, at hóast fult innlit ikki er givið, sæst ikki í málinum, hvørji skjøl, aðalráðini ikki hava latið innlit í, ella hvørjar upplýsingar aðalráðini hava hildið aftur. Heldur ikki sæst, um innlit er givið í øll skjøl í málinum, ella um aðalráðini hava latið vera við at geva innlit í nøkur skjøl ella ikki hevur latið upplýsingar frá sær.

Umboðsmaðurin heldur seg ikki kunna gera eina samlaða niðurstøðu um, hvussu aðalráðini umsita regluna um meirinnlit. Í onkrum føri verður innlit latið í øll skjøl, uttan tað sæst, at spurningurin um meirinnlit er viðgjørdur sjálvstøðugt, eins og dømi eru um, at myndugleikin sýtir fyri meirinnliti, eftir at hava fingið áheitan um at lata meirinnlit. Tí kann staðfestast, at aðalráðini í fleiri førum hava givið meirinnlit, hóast skjøl ella upplýsingarnar ikki vóru fevnd av innliti.

Umboðsmaðurin metir ikki grundarlag vera fyri at gera eina samlaða niðurstøðu um umsitingina, grundað á feilir, sum koma fyri í einstøkum førum. Tó heldur umboðsmaðurin orsøk vera til at varpa ljós á, at myndugleikar í tveimum førum hava latið innlit í upplýsingar, sum eru at meta sum viðkvæmar upplýsingar um privat viðurskifti hjá einstaklingum, og sum ikki eru fevndar av rættinum til innlit.

Umboðsmaðurin var í tveimum førum ósamdur við myndugleikar um undantak frá regluni um at lata innlit í skjøl og upplýsingar. Annað málið snúði seg um innlit í eitt innanhýsis telefonnotat hjá Vinnumálaráðnum og ekstraheringsskyldu, meðan hitt málið snúði seg um heimildina at sýta innlit í málið um limaskap í WTO. Umboðsmaðurin hevur eisini viðgjørt heimildina hjá myndugleika at krevja gjald fyri avrit av skjølum í sambandi við umbøn um innlit. Umboðsmaðurin vísir á eitt mál, har peningur uttan heimild er kravdur fyri avrit av skjølum.

Samanumtikið metti umboðsmaðurin, at málsviðgerðartíðin yvirhøvur var stutt hjá aðalráðunum at avgreiða umbønir um alment innlit. 

Frágreiðingin kann lesast her: http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2fFragr.+um+innlitsmal.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=31386&NewsID=5728&Action=1