Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðsmaðurin finst hvassliga at Økistænastuni í Sandoy, tá hon fyrr í ár setti økisleiðara, og Umboðsmaðurin biður stýrið um at viðgera alla starvssetanina av nýggjum.
 
Skrivað hevur Øssur Winthereig 

Fýra umsøkjarar vóru til starvið - harímillum tveir sjúkrarøktarfrøðingar. Tá hvørgin teirra fekk starvið, kærdi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyrst til landsstýriskvinnuna og síðandi til Umboðsmannin um starvssetanina.

Í fyrsta lagi kærdi felagið til landsstýriskvinnuna í heilsumálum um, at best egnaði umsøkjarin ikki fekk starvið og í øðrum lagið var kært um, at vrakaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki høvdu fingið nakra grundgeving fyri, hví hvørgin teirra fekk starvið.

Umboðsmaðurin sigur, at stýrið fyri økistænastuna í fleiri førum ikki hevur hildið fyrisitingarlógina. Einki skrivligt tilfar er um setanina ella um, hvørjar sakligar metingar førdu til, at ein onnur var sett sum leiðari. Tann, sum fekk starvið, er útbúgvin heilsurøktari.

Umboðmaðurin vísir á, at almennir myndugleikar hava skyldu til at seta best skikkaða umsøkjara í starv. Í øðrum lagi vísir Umboðsmaðurin á, at ein myndugleiki hevur skyldu at skriva upp allar upplýsingar um veruligu umstøðurnar, ið hava týdning fyri avgerðina í málinum.

Umboðsmaðurin sigur, at av tí, at einki er skrivað upp um, hvussu starvsetanin er farin fram, og sjúkrarøktarfrøðingarnir onga grundgeving hava fingið, so ber ikki til at eftirkanna, um best skikkaði umsøkjarin fekk leiðarastarvið.

Umboðsmaðurin heldur hetta verða sera atfinningasamt og at grundleggjandi feilir eru gjørdir, so Umboðsmaðurin heitur á stýrið fyri Økistænastuna í Sandoy at viðgera alla starvssetanina av nýggjum.

Eisini sigur Umboðsmaðurin, at talan er um so álvarligt brek við viðgerðini hjá stýrinum, at avgerðin verður send løgtingsformanninum, løgmanni og landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum.

Í stýrinum fyr Økistænastuna í Sandoy eru borgarstjórarnir í kommununum í oynni.