Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umbønin frá EB Streymi í november er nú játtað

Sunda og Eiðis Kommuna, hava nú avgjørt at Stuðla EB Streymi, at koma burturúr trongu fíggjarstøðuni í samband við gøluna í felagnum. Oyggjatíðindi kundi, longu 11. november 2011, avdúkað, at felagið hevði sent umbøn til kommununa. Kim Durhuus, borgarstjóri, váttaði, at umbønin varkomin, men at hon tá var so nýggju, at hann ikki kundi hava nakrar viðmerkingar.

Vit endurprenta greinina, sum stóð í blaðnum fríggjadagin 11. november 2011:

Hava fingið áheitan um at stuðla EB Streymi við bótini

Hóast KÍ má metast at vera ta felagið í landinum, sum hevur fingið sín bróðurpart av beinleiðis og óbeinleiðis stuðli frá kommununi, hevur Norðlýsið, ligið og forfylgt felagnum í Sundalagnum. Tey flestu kenna persónin, sum hevur fest í blásilampuna hjá lokalidiotisku, men yppa bara øksl, tí ongin tekur persónin í álvara.

Norðlýsið hevur fyrst ilt í reyvuni av, at EB/Streymur 15. juni 2010, biður Sunda kommunu um stuðul, og víst verður á, at aðrar kommunur stuðla sínum feløgum, og tað gevur ójavna kapping.

Tó at EB/Streymur ikki nevnir KÍ, so er tað greitt, at hetta felag fær í posa og sekk, men tað heldur ikki blaðnum frá, at skriva sum um KÍ onki fær frá kommunini.

Og so kemur fíggjargølan við flyting av pengum millum Formula og EB-Streym.

Bókhaldarin ger avtalu við Formula, sum ikki meldar málið, men tað ger so ein annar persónur, sum annars onki hevur við málið at gera, og her brýtur ákæruvaldið siðvenju, og tekur meldið í álvara, tó at mannagongdin hevur verið, ikki at taka meld frá persónum ella felagsskapum, um hesi ikki eru beinleiðis partur í málinum.

Men ítróttarliga fer gølan eisini avleiðingar fyri EB/Streym:

Í kjalavørrinum av fíggjargøluni, avgjørdi Aganevndin, at formaðurin í EB/STREYMI, Rólant Højsted, og hinir nevndarlimirnir verða bannaðir frá at hava nakað við fótbólt at gera komandi árini. Harafturat fekk loyvisnevndin hjá FSF lemjandi kritikk.

EB/STREYMUR fekk eina bót uppá 400.000 krónur, og harafturat skulu UEFA og loyvisnevndin hjá FSF viðgera møguligar ítróttarligar avleiðingar.

Nú frættist so, at Kommunurnar í Sundalagnum, Sunda Kommuna, og Eiðis kommuna, hava báðar fingið áheitan um at stuðla EB-Streymi við at betala bótina.

Kim Durhuus, borgarstjóri, váttar, at kommunan hevur fingið eina áheitan um at stuðla við at gjalda bótina, men at hendan áheitanin var so nýggj, at kommunan hevur ikki havt stundir, at viðgera áheitanina.

Uppá fyrispurning um kritikkin úr Klaksvík, at kommunan hevur stuðlað EB/Streymi, sigur Kim Durhuus, borgarstjóri, at tey spurdu rundan um seg, og fingu at vita, at onki óvanligt var at kommunur stuðlaðu feløgunum.

- Men hendan áheitanin frá EB/Streymi, er ikki bara send til kommunurnar, men eisini til onnur, sum kunnu hugsast at vilja stuðla ítróttarfelagnum, tí kr. 400 túsund er nógvur peningur at gjalda, sigur Kim Durhuus, borgarstjóri.

---

Nú er so hetta mál loyst.