Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umfatandi herverk gjørt á jólatrø í Havn

Herverk er seinasta vikuskiftið framt ímóti í minsta lagi 12 av jólatrøunum, kommunan hevur sett upp ymsastaðni í býnum.

Allar ljósketurnar eru skræddar av trøunum og stolnar. Tá tey, sum hava framt herverkið, hava skrættljósketurnar av, so hava tey brotið topparnar av øllum trøunum, tí endarnir á ketunum vóru festir í toppin við plastikkreimum.

Borgarstjórin, sum júst er kunnaður um málið, harmast slíkan høpisleysan atburð. Roynt verður sjálvandi at kanna málið, og málið verður nú meldað til løgregluna.