Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisárinsmeting av sólorkuskipan í Sumba

SEV ætlar at at fara undir eina royndarverkætlan at framleiða sólorku í Sumba. Ætlanin er at seta eitt sólorkuanlegg upp á fótbóltsvøllinum í Sumba. Tann framleidda orkan verður umleið 160 MWh um árið, sum svarar til nýtsluna hjá umleið 32 húskjum, og minkar útlátið av CO2 við umleið 110 tonsum um árið.

Fyri at fáa loyvi til at framleiða el, skal umsøkjarin lata gera eina umhvørvisárinsmeting, sum skal góðkennast av Umhvørvisstovuni, áðrenn loyvi kann veitast.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og  kann síggjast her.

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringarfreistin er 15. august 2019. Viðmerkingar skulu sendast til us@us.fo  ella Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-160 Argir.

Almenna lýsingin er her