Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisárinsmeting av vindmyllum hjá SEV góðkend

Umhvørvisstovan hevur hin 14. desember 2011 góðkent umhvørvisárinsmeting av trimum nýggjum vindmyllum hjá SEV á Eystnesi.

SEV hevur ætlanir um at seta tríggjar nýggjar vindmyllur upp uttast á Eystnesi. Áðrenn loyvi til elframleiðslu verður latið sambært elveitingarlógini, skal umhvørvisárinsmeting gerast av verkætlanini, og skal metingin góðkennast av Umhvørvisstovuni.

SEV hevur latið gera umhvørvisárinsmeting, ið lýsir verkætlanina og ta ávirkan, sum verkætlanin kann væntast at hava á náttúru, umhvørvi og onnur viðurskifti. Endamálið við metingini er at tryggja, at ávirkanin er væl lýst, so sleppast skal undan óvæntaðum avleiðingum av vindmyllunum.

Sambært umhvørvisárinsmetingini verða markvirðini, sum eru sett í umhvørvisgóðkenningini, yvirhildin.

Djóra- og fuglalívið í økinum kann verða ávirkað av verkætlanini, men mett verður, at tað serliga er, um ferðslan verður økt eftir vegnum, sum verður gjørdur út til myllurnar. Tí er treyt sett um, at vegurin skal verða stongdur fyri almennari ferðslu.

 Almenna lýsingin av umhvørvisárinsmetingini er her.

http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6590#27821