Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisvikan setti hol á trupulleikan við morsniglinum

Sum nakað nýtt hevur býargartnarin í Klaksvík í sambandi við Umhvørvisvikuna í ár býtt út nakrar posar av ferramol, ið er sniglagift, sum ikki er skaðiligt fyri umhvørvið annars.

Síðani morsnigilin – eisini nevndur dreparasnigilin – fyri fyrstu ferð varð sæddur í Føroyum í 1996 hevur hann tíverri spjatt seg til fleiri partar av landinum.

Morsnigil stavar frá Spania, men hevur síðan spjatt seg norðureftir við fólki og vørum, hann var fyrstu ferð sæddur í Svøríki í 1975, í Noreg í 1988, í Danmark í 1991, í Føroyum í 1996 og í Íslandi í 2003.

Sum aðrir sniglar í Arionslektini er morsnigil tvíkyndur og nørist skjótt, og ger hann stóran skaða í m.a. urtagørðum og eplaveltum.

Sum skilst er neyvan gjørligt at útrudda hetta nýggja skaðadjór, sum er komið í føroysku náttúruna, men hinvegin eru møguleikar fyri tiltøkum, ið kunnu halda stovninum niðri og harvið at avmarka tann skaða, sum morsnigilin ger á náttúruna.

Hetta er endamálið við tiltakinum, sum býargartnarin hevur tikið stig til sum liður í Umhvørvisvikuni og hetta verður eisini gjørt fyri at gera vart við, at vit hava øll ein trupulleika, sum vit mugu gera nakað við.

Býargartnarin hevur gjørt nakrar posar við sniglagift, sum fáast leygarmorgunin, tá ið ókeypis plantupakkarnir verða útleveraðir í skýlinum við fótbóltsvøllin.

Fólk, sum hava sæð morsnigilin í sínum nærumhvørvi, eru vælkomin at biðja um ein slíkan posa, ið inniheldur sniglagift, sum ikki er skaðiligt fyri fuglar, húsdjór ella menniskjur.

Posarnir eru ætlaðir til tey sum hava morðsnigilin. Tað er ein posi í part, sum hvør inniheldur 280 gramm av ferramol, og ein vegleiðing er í hvørjum posa.

Kelda: www.klaksvik.fo