Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisvikan verður sett á Skálatrøð kl. 14.00

Setanin verður ein hugnadagur fyri alla familjuna. Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini setur umhvørvisvikuna. Síðani fer Jóhanna Olsen at hugleiða um umhvørvi sum heild. Elin Lindenskov fer at handa stuðulin til heilsu- og umhvørvistiltøk. Jógvan Olsen fer at greiða frá hvussu ymsu planturnar skulu handfarast. Uni Arge og Hanus G. Johansen framføra tónleik. Í Grønakova er møguligt hjá børnum at planta sína egnu plantu. Kaffi og køkur verða til keyps.

Plantið eitt træ

Hvar og nær: Skálatrø sunnudagin 29. apríl kl. 15.00-18.00. Niðanfyri standa klokkutíðir og dagfesting fyri bygdirnar.

Í ár verða munandi fleiri plantupakkar gjørdir enn vanligt. Til samans verða útlutaðir íalt 3.000 plantupakkar, ið eru samansettir alt eftir hvussu harðførar planturnar eru. Harvið kunnu borgarar velja sær plantur, alt eftir hvussu veðurhart er, har hesar verða settar og á tann hátt fáa sum mest at grógva. Pakki 1 eru tær harðførastu planturnar osfr.

Í sambandi við útlutan av plantum í Havn, kunnu børnini vitja í vakstrarbásinum (Grønikovi) har høvi verður at planta sína egnu plantu at taka heim við.

Áðrenn útlutanina verður kunnað um plantupakkarnar, hvørji gróðrarviðurskifti hóska best til ymisku planturnar og hvussu hesar eiga at verða plantaðar.

Plantupakkarnir eru hesir:

Pakki 1: Populus trichocarpa og Olearia moschata x nummularifolia

Pakki 2: Sorbus mougeotti og Hebe cockayniana

Pakki 3: Betula pubescens og Ozothamnus ledifolius

Pakki 4: Hoheria glabrata og Escallonia 'Donard Seedling'

Pakki 5: Larix kaempferii og Olearia macrodonta

Í Kollafirði og Hesti verða trøini deild út sunnudag 29. apríl kl. 15.00 hjá umsjónarmanninum á staðnum. Á Hvítanesi, í Kaldbak, í Nólsoy og í Kirkjubø/Velbastað verða trøini deild út 5. mai. hjá staðbundnu nevndunum.

Í ár verður onki stroyggj at fáa.