Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umleggingin til varandi orku er tann størsta avbjóðingin

Røða í samband við, at triðja turbinan hjá SEV varð tikin í nýtslu

Góðu áhoyrarar

Sum landsstýrismaður við ábyrgd fyri orkumálum er tað ein sannur heiður at kunna vera við til hesa samkomu í sambandi við, at 3. turbinan á Eiðisverkinum verður tikin í nýtslu.

At vinna megi úr áum og vøtnum er aldargamalt fyribrigdi, og longu fyrst í farnu øld vórðu fyrstu stevini innan føroyska el-framleiðslu tikin, tá eldsálir byrjaðu at vinna megi úr vatnorku. Kommunurnar tóku um endan og royndu hvør í sínum lag at veita borgarum elektrisitet. Í Vági vóru mínir forfedrar, við Petur á Gørðunum sum undangongumanni, við til at byggja tað fyrsta vatnorkuverkið í Føroyum, í Botni í Vági. Men tøkini gjørdust ov tung og tørvurin hjá landsins borgarum vaks alsamt. Uppgávan kundi bara loysast í felag.

Interkommunala elfelagið SEV varð tí stovnað í 1946. Felagið hevur nú í ein mansaldur staðið fyri at menna føroysku el-framleiðsluna og veita góðan og bíligan streym til føroyska brúkaran.

Og hóast felagsskapurin SEV hevur 67 ár á baki næsta ár – og sostatt rundar pensjónsaldurin – so má mann siga, at felagið er virkisfúst og framsøkið sum ongantíð áður.

Omanfyri 40% av el-framleiðsluni kemur, sum er, frá varandi orkukeldum. Hetta er í sær sjálvum eitt megnar avrik. Og SEV hevur sett sær størri mál. Stórar útbyggingar innan grøna orku liggja fyri framman. Eiðis-verkætlanin er bert ein av fleiri slíkum átøkum.

Hendan nýggja turbinan er sjálvsagt ein liður í hesi tilgongd. Tøknin er ment munandi síðan tær fyrru turbinurnar vórðu settar upp og gevur hendan útbyggingin bæði møguleika fyri at økja um nøgdina av grønari orku, sum verður framleidd og at framleiða meira skynsamt.

Vit føroyingar hava ofta lyndi til at gremja okkum um okkara veðurlag. Vindur og regn alt árið. Men í orkuhøpi eru hetta framúrskarandi, náttúrugivnir møguleikar til at framleiða varandi orku.

SEV hevur sum nevnt staðið á odda fyri at fáa hesar náttúrukreftir til høldar. Og sum tøknin alsamt mennist, kunnu vit í framtíðini vónandi fáa nøktað størsta partin av okkara orkutørvi úr vindi, vatni, pumpuskipanum, sjóvarfalli og aldum.

Slík framtíðarútlit eru at fegnast um.

Eg haldi sjálvur, at umleggingin til varandi orku er tann størsta avbjóðingin, vit standa yvirfyri sum samfelag. Landsstýrið hevur eisini sett sær stór mál í so máta, tí vit mugu gera okkum minni tengd at oljuni, annars kemur kostnaðurin at kvala allan búskaparligan framburð.

Sum landsstýrismaður í orkumálum gleðist eg tí stórliga um, at kommunurnar og landsmyndugleikarnir fyri kortum eru byrjað upp á eitt mennandi samstarv um framtíðarleistin fyri orkuøkið, har vit í felag kunnu finna fram til bestu loysnir innan útbyggingar og um, hvussu marknaðurin skal skipast. Meira varandi orka er einasti vegurin fram. Og vit røkka bara á mál, um SEV og landsmyndugleikarnir í felag lyfta saman.

Eg vil at enda ynskja kommunum og SEV til lukku við nýggju turbinuni og góða eydnu við Eiðis-verkætlanini framyvir.