Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

(Mynd: Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, og Ilya Shestakov, fiskimálaráðharri Russlands.)

Umrøtt handilssamstarvið millum Føroyar og Evro-Asiatiska Búskaparsamveldið

Fríggjadagin hitti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Ilya Shestakov, fiskimálaráðharra Russlands, á fundi í Skt. Pætursborg, har landsstýrismaðurin tók lut í ali- og fiskivinnuráðstevnu, ið Shestakov var vertur fyri. 

Á fundinum umrøddu partarnir samstarvið landanna millum og mál hesum viðvíkjandi, harímillum handilssamstarvið millum Føroyar og Evro-Asiatiska Búskaparsamveldið, ið Russland er partur av.

Landsstýrismaðurin umrøddi eisini fiskivinnumál við russiska ráðharran, vegna Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Shestakov, ið vitjaði í Føroyum í juni mánað, nýtti høvi at takka fyri blíðskapin, ið honum varð sýndur í Føroyum.