Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umsiting og býráð flyta út á Vestaru Bryggju

Uppskot er, at allar fyrisitingarnar flyta úr nevndu bygningum í miðbýnum í tað, sum nú verður nevnt Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju, og at nevndu bygningar undantikið Ráðhúsið verður seldir ella leigarir til annað virksemi í miðbýnum.

Viðgjørt av

Fundardagur

Málnr.

Journalnr.

1 Vinnunevndin

24.09.2015

30/15

15/03660-1

2 Fíggjarnevndin

28.09.2015

202/15

15/03660-1

3 Býráðsfundir

30.09.2015

136/15

15/03660-1

4 Vinnunevndin

12.10.2015

35/15

15/03660-1

5 Vinnunevndin

14.10.2015

38/15

15/03660-1

6 Býráðsfundir

21.10.2015

174/15

15/03660-1

7 Fíggjarnevndin

21.10.2015

235/15

15/03660-1

8 Vinnunevndin

02.11.2015

 

15/03660-1

Lýsing av málinum – samandráttur

Fyrisitingin hjá kommununi húsast í dag í 5 bygningum í miðbýnum. Talan er um gamla Føroya Bankabygningin í Niels Finsens gøtu, Káta hornið, Meiaríið, Gamla posthúsið og Ráðhúsið. Í sambandi við keypið av bankabygninginum varð avgerð tikin um, at deildirnar hjá miðfyrisitingini, sum í dag eru í Káta Horninum, Meiarínum og Posthúsinum, skulu flyta í niðaru hæddirnar í Niels Finsensgøtu, har tekniska fyrisiting er í ovaru hæddunum.

Uppskot er, at allar fyrisitingarnar flyta úr nevndu bygningum í miðbýnum í tað, sum nú verður nevnt Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju, og at nevndu bygningar undantikið Ráðhúsið verður seldir ella leigarir til annað virksemi í miðbýnum.

Fyri umsitingina eru fleiri fyrimunir at savna allar fyrisitingarnar og starvsfókini har. Til ber at betra munandi um hølisviðurskiftini hjá flest øllum deildum og starvsfólkum, serliga í mun til serfunktiónir. Umframt at tryggja besta arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivnað ber til at effektivisera arbeiðsgongdir serliga í mun til samstarv um tvørgangandi mál, so at politikkarar, borgarar, vinnulív og samstarvsfelagar annars fáa eina betri tænastu.

Kanningar eru gjørdar, sum staðfesta, at umsitingin hjá Tórshavnar kommunu kann rúmast í 2 til 2½ hæddum í sonevnda Sjóvinnuhúsinum, tvs. tær 2-3 ovastu hæddirnar. Ein fyribils mettur kostnaður at flyta starvsfólkini í hesi høli á Vestaru bryggju liggur á uml. kr. 3 mió. Hesin kostnaðurin er mettur sum íløga pr. starvsfólk á kr. 20.000.

Neyvari kanningar eiga tó at verða gjørdar av ítøkiliga tørvinum hjá ymisku deildunum í umsitingini.

Leigukostnaðurin er lýstur í niðanfyri standandi talvu. Við einum ásettum fermetraprísi á kr. 1.295,84, vil árligi leigukostnaðurin fyri hædd 5 og hædd 4 verða kr. 2.680.543,45. Um tørvurin vísir, at neyðugt verður við eini hálvari hædd afturat, hetta fyri at lúka øll krøv til nøktandi arbeiðsumstøður, so økist leigukostnaðurin samsvarandi. 

Dømi TK

 

 

 

 

 

Starvsfólkatal

140

 

 

Skrivstovufermetrar

1.550

 2.239.750,00

 

Hædd

4 og 5

 

 

Goymslufermetrar

0,00

              0,00

 

Hartil felagsøki í %

22,97

 

 

Felagsøki í m2

 

518,58

   440.793,45

 

Kr. pr. ár

2.680.543,45

 

Árlig leiga pr. m2

       1.295,84

 

Kr. pr. mðr.

  223.378,62

 

Kr. pr. starvsfólk pr. mðr.

 

 

       1.595,56

Býráðssalur:

Møguleiki er at byggja nýggjan býráðssal ovast í saltsilobygninginum á Vestaru bryggju, sum í løtuni verður umvældur í sambandi við høvuðsumvælingina av Sjóvinnuhúsinum.

Verandi býráðssalur í gamla meinigheitshúsinum er hvørki tíðarhóskandi ella nøktandi til vaksandi virksemið hjá býráðnum. Við at byggja nýggjan býráðssal ovast í saltsiloiini á Vestaru bryggju, ber til at bjóða borgaranum og politikarunum ein virðiligan sal við nútímans tøkni- og arbeiðsmøguleikum, har møguligt eisini verður at síggja runt allan sjónarringin bæði innanífrá og uttanífrá.

Tórshavn er, sum navnið sigur, ein havnabýur. Harumframt er Tórshavn eisini høvuðsstaður, og sum ein avleiðing av hesum umsitingarliga háborgin hjá føroysku tjóðini. Støddin og leikluturin sum høvuðsstaður leggur upp til eina virðiliga støðutakan til fólkaræðið eisini í byggilistini. Søguligi silobygningurin vil, við at verða innrættaður sum býráðssalur í eini byggilistarligari umskriving av bygninginum til ein vita, fáa ein nýggjan samleika sum fólkaræðisligur viti í norðuratlantshøvum.

Samanlagdi kostnaðurin at laga bygningin til býrðáðssal íroknað útgerð og innbúgv er mettur til kr. 18,3 mió.

Tað, at býráðssalur og umsiting eru í sama bygningin, gevur stórar fyrimunir eisini fyri politiska arbeiðið. Umframt at vera býráðssalur, fær hølið saman við fyrilestrarsalinum í hæddini undir funktión sum auditorium ætlað til framløgur og størri politiskar fundir, seminar v.m. Hesir møguleikar eru ikki til staðar á Vaglinum. 

Tíðarætlan:

-          Ítøkiliga kanningin at nágreina hølistørv til tær ymsu deildirnar kann setast í verk í oktober 2015.

-          Arbeiðið at tillaga bygningin til hesa nýtslu kann síðani verða sett í verk, tá bygningurin er liðugur fyrst í 2015.

-          Arbeiðið at tillaga ovasta part av saltsiloini til býráðssal kann byrja 1. Oktober 2015 og verða liðugt at takaí nýtslu á ólavsøku 2016.

Tilmæli:

Stjórnin mælir til, at

-          allar fyrisitingarnar verða fluttar í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju treytað av, at nøktandi fermetrar verða settir av til tess at lúka allan neyðugan hølistørv

-          at arbeiðið til hetta, uml. kr. 3 mió, verður fíggjað við at umraðfesta verandi íløgur.

Stjórnin mælir harumframt til 

-          at byggja nýggjan býráðssal ovast í saltsilobygninginum á Vestaru bryggju, og

at arbeiðið at tillaga bygningin kr. 18,3 mió í fyrstu atløgu verður fíggjað við at umraðfesta verandi íløgur og við einum parti av meirinntøkunum, tá hesar eru staðfestar. Alternativt kann íløgan eisini fáast til vega við søluni av bankabygninginum í Húsagøtu, tá hon er staðfest.