Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umsitingin fjalir ikki rokningar fyri politikarunum

Tað er fullkomiliga burturvið at geva fólki ta fatan, at ein býráðslimur - sum ynskir tað - ikki hevur innlit í fíggjarliga virksemi í kommununi. 

At pástanda, at tað "eigur at vera ein ørgrynna av slíkum dømum, har rokningar hvørva," er ein sera álvarslig ákæra móti kommunalu umsitingini.

Kommunan fylgir øllum reglum um roknskaparverk kommununar, kommunan hevur uttanhýsis grannskoðan av roknskapi kommununar – júst sum login krevur, og mánaðarroknskapurin verður lagdur fram á hvørjum regluligum fíggjarnevndarfundi og á almennum býráðsfundi, og síðani innrapporteraður til fíggjarmálaráðið.  

Býráðslimir taka sostatt hvønn mánað støðu til mánaðarroknskapin og hava í hesum sambandi høvið at kanna eftir og seta spurnartekin við rørslur á øllum kontum kommununar. Pástandurin hjá Marini Katrinu Frýdal um at ”tað fer nógv yvir raksturin, sum vit politiskt ikki hava ánilsi av” er tí ikki í tráð við veruleikan – í øllum førum ikki, um býráðspolitikarar ynskja hetta innlit.

Tað áliggur ábyrgdarpersónum, sum hava ræðisrætt og ávísingarheimild, at fylgja galdandi reglum og at nýta játtanina skynsamt, t.v.s. at útreiðslur og inntøkur verða nýttar til tað virksemi, sum játtanin er til. Hetta er eisini fevnt av uttanhýsis grannskoðan. 

Skilnaður er ímillum tann, sum váttar eina rokning, og tann, sum ávísir til gjaldingar. Skipanin hjá kommununi er soleiðis, at kravt verður, at allar rokningar verða váttaðar og ávístar av tveimum ymsum persónum. Eisini skal váttarin eftirkanna og góðkenna, at vøran er móttikin, og at dygdin er í lagi, áðrenn ein annar ávísir. 

Roknskapurin hjá kommununi ligur frammi til alment eftirlit, og býráðslimir hava, sambært kommunustýrislógini, eisini møguleika at biða um innlit í øll viðurskifti. - Eisini Marin Katrina Frýdal.

Tað hevði sømt seg, at Marin Katrina Frýdal alment tekur aftur hesi orð síni, sum leggja umsitingina hjá Tórshavnar kommunu undir at fjala rokningar fyri politisku skipanini.

Heðin Mortensen
Borgarstjóri