Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Undangóðkenning av arbeiðstakarum til sjúkrahúsbygging

VERKÆTLAN: Nú er komið so mikið langt við fyrireikingunum til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, at Landsverk lýsir eftir arbeiðstakarum til undangóðkenning í sambandi við stóru verkætlanina. 

 Vegna Heilsu- og innlendismálaráðið og Landssjúkrahúsið bjóðar Landsverk nú áhugaðum fyritøkum at søkja um undangóðkenning til at luttaka í eini bundnari útbjóðing av stóru útbyggingini av Landssjúkrahúsinum. 

 Nýggi bygningurin verður 12.400 fermetrar til støddar í fimm hæddum. Handverkaraútreiðslurnar eru mettar til 270 mió. krónur. 

 Bygningurin fer at hýsa einum psykiatriskum depli við 25 seingjarplássum, 64 kropslig (somatisk) seinjarpláss, og tríggjar føðistovur. Harafturat fær sjúkrahúsið nýggjan køk við matstovu, eins og eina stóra endurmenningardeild. 

 Snið- og formliga er dentur lagdur á at gera ein einfaldan bygning við stórum endurtøkufaktori, sum er væl egnaður til elementbygging. 

 Nýbygningurin er ein partur av strategiini hjá Landssjúkrahúsinum um at savna virksemið við tí fyri eyga at effektivisera arbeiðsgongdirnar. 

 Bygningurin fer at liggja í vøkrum umhvørvi við góðum havútsýni og tekur støði í sonevnda ”The Healing Architecture”, ella lekjandi arkitekturi. 

 Dentur er eisini lagdur á at sameina bæði sjúklingar og starvsfólk í teimum kropsligu (somatisku) og psykiatrisku miðdeplunum á Landssjúkrahúsinum. 

 Nýggjar tekniskar loysnir, sum ongantíð eru royndar á nøkrum sjúkrahúsi, verða settar í verk á Landssjúkrahúsinum. Hetta snýr seg um bæði seingjar- og vøruhandfaring. 

 Lagaligar kt-loysnir eru valdar, sum geva sjúklinginum størri frælsi til sjálvur at ráða yvir sínum dagliga uppihaldi. Millum annað mati, ljósi og hita. Dentur verður lagdur á, at sniðið á bygninginum fellur væl inn í umhvørvið, so sjúklingarnir fara at kenna seg tryggar í teimum nýggju kørmunum. 

 Ein av avbjóðingunum við byggingini er smidleikin. Við sløkum 50.000 íbúgvum í Føroyum er sjúklingagrundarlagið lutfalsliga lítið, sjálvt um sjúkurnar eru tær somu, sum síggjast í londunum kring okkum. Hetta setir serlig krøv til smáar eindir, sum arbeiða ella leggjast saman. 

 Tá undangóðkenningin er komin upp á pláss, verður arbeiðið við nýggja bygninginum boðið út. Sáttmálarnir við arbeiðstakararnar eru væntandi komnir upp á pláss áðrenn summarfrítíðina, so sjálvt byggiarbeiðið kann byrja og vera liðugt í 2019, sum tíðarætlanin ásetur. 

 Atgongd til undangóðkenningartilfarið fæst við at trýsta her: http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=18377