Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UNDANVIND til FØROYAR!

Við at arbeiða fyri og ávirka nógv ymisk  mál "rættan veg" 

VAL  19   Hanus Vang, verkfrøðingur,  Valevni, Framtakið  listi K 

HVÍ  eg  STILLI  UPP  fyri  FRAMTAKIÐ: 
Ein orsøk er at eg kenni meg ikki væl við heilsuverkið aftaná sjúkugongdina hjá Vivi konu míni og móðir til okkara fýra børn.

Hon fekk staðfest krabba í september mánaði í 15, og var í viðgerð í Íslandi í tríggjar mánaðir.
Síðani varð hon eins og slept uppá fjall til mai í sekstan, tá hon varð send til Íslands til biopsi.
So versnaði støðan og varð hon send niður á Ríkissjúkrahúsið fyrst í juni.

29. juni doyði hon.

Viðgerðin var í fyrstuni strálur og kemo. Hon toldi ongantíð kemo, og tá hon fekk kemo aftur á Ríkissjúkrahúsinum sýntist tað sum  um at kemoið tók lívið av henni.

Eg spurdi um tað ikki var betri at royna kannabis-heiluvág men tað var als ongin møguleiki.

Har var als ongin kunning um nakað. Tað var bara tann møguleiki sum læknarnir søgdu! Ongantíð nakað val! 

Heldur ikki at frávelja viðgerð, sum hevði verið betri fyri hana enn kemoið.
 
Onnur orsøk til uppstilling er at Framtakið er ein Fylking har íð einasta treyt er at vera  samd um  eitt endamál: Kannabis til heiluvág!

Danmark roknar við at dyrka medisinst kannabis fyri eini 20 miljardir krónur skjótt.

Tað kann sjálvandi eisini dyrkast her og gerast ein vinnuvegur-

Annars er loyvt at meina ymist. 

Í politisku flokkunum er trongt og smalt. Har vera fólk blakaði út, og annars fryst út og svart-listaði.

Eisini kenni eg meg nóg sterkan til at vera valevni, nú eg havi verið fráhaldsmaður nokso leingi, bæði tá tað snýr seg um alkohol og nikotin.

Har aftur at eri eg pansjonistur og havi  betri tíð nú enn fyrr. 

STJÓRNARSTØÐAN:  RÍKJAFELAGSSKAP
Til fólkatingsvalið her fyri førdu næstan allir flokkar fram at vit eiga at fáa RÍKJAFELAGSSKAP framdan.
Tað er eitt  gott hugskot!  Soleiðis koma vit sjálvi at gera alt av her, og koma sjálvandi eisini at ráða á politii og dómsvaldi! 

Hesi mál eru sum er  “uttan fyri lóg og  rætt” sambart viðurskiftum í Danmark!

Har eru ávísar eftirlitsmannagongdir sum ikki eru galdandi her. Soleiðis kunnu danskir embætismenn og embætisverkið í Føroyum gera sínar egnu hjálandareglur her!

Fyri at koma á mál við ríkjafelagsskapi er rættast at gera eina savningarstjórn aftan á  valið við tí høvuðsendamáli, har allir flokkar, sum vilja tað, kunnu vera við. 
 
GRUNDINNTØKUTRYGD 
Grundinntøkutrygd  er gamalt fyribrigdi og eini átta nobelheiðraðir fíggjarfrøðingar - bæði frá høgru, vinstru og miðju - hava ført tað fram.

Í donskum kallast tað  mest “borgerløn”.

Hugtakið kann kanska sigast at landið letur fólki eitt slag av endurgjaldi fyri ikki at kunna luttaka heilt í “dansinum um gullkálvin”.

Soleiðis kann henda skipan avloysa partar av almannaverki og eftirliti.

Kann eisini stuðla undir bústaðarmynstri. 

Vit kunnu byrja í smáum.

Um vit lata fólk sum búgva í útplássum fáa grundinntøkutrygd, tryggja vit kanska at hesi ikki verða avfólkaði, tí tá  minka vit munandi um lítla land okkara.

Eisini er upplagt at lata forsorgarkundar  fáa grundinntøkutrygd, eins og  fólkapansjonistar.
 
AT  FÀA  ALLA  JØRР AFTUR  TIL  OGN
Upprunaliga var øll jørð í Føroyum ogn.

Katólska kirkjan  festi rót her við svørðum um ár túsund. Hon stjól  helvtina av landinum til sonevnda trúbótin kom í 1539. Hon kom tí  at danski kongurin var á reyvini og mátti stjala alla ogn frá katólsku kirkjuni fyri at hann og Danmark kundu koma fyri seg aftur.

Tá gjørdust føroyskir festibøndur “kongsbøndur”!

Aftaná 418 ár, í 1957,  slapp Føroyar at yvirtaka donsku jørðina fyri lítið og lætt.

Eitt orðatak er um at ”hæleren og stjæleren er lige gode”.

Tí er tíðin langt síðani komin til at loysa jørðina úr feudala haftinum, og gera jørðina til ogn aftur.

Festijørð er farin í søguna alla staðni uttan í Føroyum.

Hugsa vit okkum, at um alt landið var festijørð tá fríhandilin kom í 1856, so hevði ongin fiskivinna kunna ment seg nakrantíð tí at onki hevði verið at sett í veð fyri at koma í gongd.

Sjálvandi komu fólk at missa ogn av at binda hana til skip. Tað gav at býta tá forfedrar mínir í Hoyvík máttu selja Tindhólm fyri at koma undan aftur aftaná skipbrot. Tá var jú ongin trygdarskipan ella trygging av nøkrum slagi sum vit hava í dag.

Tí kann sigast at um jørðin bleiv ogn aftur, so kann Føroyar fáa eitt nýtt fíggjarligt bein at standa  á! 
Skipanin við festibóndum riggar heilt einfalt ikki. Eg havi virka undir skipanini í 25 ár so eg kenni væl til støðuna.

Sum Hvalvíksjóhanna tók til: “Tað er onki greytafat at loypa í”. 
 
ALKOHOL
Vísundin sigur at alkohol er eitt tað vandamiklasta evni, og  er eins og nikotin sera vanabindandi.

Tað eru nógv fráhaldsfólk og mong onnur sum duga at handfara alkohol. Men nógv duga ikki.

Fyri nøkrum árum síðani var ein munadygg herferð ímóti nikotini, og tað hjálpti væl hjá teimum ungu.

Eg minnist ikki nakað samsvarandi við alkoholvandanum.  Vit eiga at fara undir eina upplýsingarherferð um alkohol og kanska øðrum vandamálum.

Kannabismál eiga ikki at vera politimál men heilsumál! 
 
SJEY  VALDØMI
Vit fingu skipan við einum valdømi. Nú kann sigast at tað er roynt og úrslitið er als ikki gott.

Vit eiga at venda aftur til valdømir. Tá høvdu flokkarnir javnari umboðan um alt landið.

Nú er tað soleiðis at um eitt nú ein norðoyingur fer í Landsstýri so kemur kanska ein havnarborgari  inn á ting fyri hann.

Valfeløgini eru eisini mestsum deyð síðani valdømisbroytingina.

Í suðurstreymoy sæst onki úr einum bili nú uttan valevnismyndir, tí her býr mest fólk og øll sum vilja á ting royna har tættast er av veljarum. 
 
FÓLKAPANSJONISTAR
Vit eru eini 6000 pansjonistar til samans. Nakrir hava sera góða pansjón. Eitt nú polittikkarar. Teir hava jú eisini sjálvir ásett hana. Tað minnir um at lata ein “rev ansa hønum”

Kanska áttu tey við góðari pansjón lati teimum ið hava minsta gjald  sína fólkapansjón og samhaldsfasta. Tað hevði gjørt mun hjá mongum.

Tað eru ikki meiri enn eini 6-7 pansjonistar stillaðir upp, so um pansjonistar velja pansjonist kundi ein fimtingur av tinginum verið eldri fólk.

Elstaráð er heldur ikki heilt ókent í øðrum høpi. 
 
FÓLKARÆÐI
Samfelag okkara er ikki nóg demokratist.

Politisku flokkarnir hava tikið ræði á skipanini. Har eru nøkut fá fólk sum gera av hvør ið kann stillast upp. 

Seinasta gongdin er so at KVF nú hevur tikið á seg at gera av, út í æsir, hvat tosast skal um í valstríðnum! Sjálvt ikki í formansumfarið er orðið frítt.

Hugsast kann at onkur har rekur ørindi fyri onkrar ávísar flokkar!

Tað er skelkandi hugsan. 
  
ANNAÐ Nógv annað er at tríva í um stundir vera.
Millum annað:   Rúmsátt samfelag

Taka væl ímóti tilflytarum, og ikki flenna eftit teimum íð royna at tosa føroyskt. 

Umhvørvismál.
Orkumál. 
Fara væl um landið og ikki oyðsla við byggilendinum.

Fáa meiri fyribyrgjandi heilsuviðgerð. Heilsumál kosta nú eini 4 miljónir um dagin. Tað virkar sera kostnaðarmikið. 
 
Hanus Vang