Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 15. november. Margret Mortensen sigur frá um sorg í samband við at fáa staðfest krabbamein, familjuna, tey ungu og børnini í støðuni og tómrúmið, sum er eftir viðgerðina.

Innbjóðing til hugnakvøld hjá Undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum.
 
Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 15. november kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58, Tórshavn.
 
Skrá fyri kvøldið:
 
19.00    Vælkomin
19.15    Margret Mortensen sigur frá um sorg í samband við at fáa staðfest krabbamein, familjuna, 
           tey ungu og børnini í støðuni og tómrúmið, sum er eftir viðgerðina. Margret Mortensen er
           sjúkrarøktarfrøðingur við sergrein í krabbameinsviðgerð og psykoterapeutur.
20.00    Drekkamunnur og prát
21.00    Liðugt
 
Øll eru hjartaliga vælkomin
 
Vinarliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella við at ringja til Krabbameinsfelagið á 317959 innan mánadagin 14. november kl.15.00.
 
Vinarliga
 
Beinta E. Højsted, forkvinna í Undirlívsbólkinum