Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UNDRUNARVERT

Dan Klein --- 07.08.2018 - 09:42

Tann 27/07-2018 verið eg uppringdur i samband við eitt brot í degi og viku sama kvøld, sum snýr seg um læknamiðstøð á Kirkjustræti 2.

Innsent av Andrass Skaalum:

Viðkomandi spyr um eg hevði sæð sendingina, metti innslagið vekja undran í mun til aktørar og framferð í málinum.
Eg stákaðist til Ólavsøku og hevði ikki sæð D&V, men lovaði at hyggja hana ígjøgnum á netinum, eftir Ólavsøkuna.

Sendingin vakti undran og reisti spurningar, seti meg tí í samband við Erling Bech, at hoyra nærri um málið.

Tað gjørdist greitt, at D&V hevði sett fokus á eitt undrunarvert mál.

a) Kann Tórshavnar Kommuna loyva sær at gera mun á borgarum ?
a. Havi áður hoyrt fólk innan byggivinnuna siga seg verða blacklistaðan og annan ber ótta fyri at
        verða blacklistaðan og ikki fáa uppgávur frá Tórshavnar kommunu. 
b) Hevur seljarin av ognini brúkt interna vitan frá tveimum samráðingum við Býráðið til egið gagn ?
a. Samráðingar vegna Erling Bech og Betri-samtakið. 
c) Kann tað vera kennskapur millum seljaran og nýggja eigaran, sum elvir slíkan arbeiðshátt ?
a. Fann fram til sendingina “Á bylgjulongd”, ið avgjørt bendir á kennskap.

Tykist sum allir spurningar kunnu svarast stutt – JA

Á fb síðu míni ” Innlit í trygging saman við Andrass Skaalum” leggi eg javnan kunnandi tilfar um tryggingarviðurskifti, fíggjarheimin og leiðsluviðurskifti -  ítøkiliga og almenna kunning.

Velji soleiðis eisini at leggja hesa kunningina frá D&V og suplerandi upplýsingar á  ”Innlit í trygging saman við Andrass Skaalum” https://www.facebook.com/groups/294682889692/?ref=group_header

HAVI EFTIRFYLGJANDI FINGIÐ NIÐANFYRI STANDANDI REGLUR FRÁ EINUM AV LESARUNUM 

Velji at senda hesar til tykkum í óbroyttum líki, tó ein lítil viðmerking : 

“Tá ið tað ikki eydnast at leiga bygningin út, vil Erling Bech hava hjálp til at selja bygningin”, sum eg skilji á Erlingi, var meiningin at potetentiellir leigarar, kundu fáa tilboðið at keypa bygningin, um tað at leiga, ikki var so áhugavert.

Her er so teksturin frá lesaranum í óbroyttum líki :

Kanska ein søga ? ?
Ísamband við skrivi hjá Andrass Skalum á Facebook 03. august vil eg hervið vísa tykkum á eina kós, sum tit kanska eiga at takað upp sum eina søgu.

Birgir Nielsen er stjóri og eigari av felagnum Nira, samstundis sum hann er umboðsráðslimur fyri Ognarfelagið Tryggingartakaranna, nevndarformaður fyri Betri og næstformaður fyri Betri Banka, sum eigur Betri Heim.

Sum formaður fyri Betri  hevur Birgir heilt sikkurt haft eitt gott innlit í samskifti millum Betri  og Tórshavnar Kommunum, ísamband við at Tórshavnar Kommuna vildi leiga bygningin frá Betri á Hálsi. 

Samstundis hevur Birgir umvegis sítt felag Nira arbeitt fyri Erling Bech um at skaffa leigarar til sín bygning. Nira hevur haft hendan bygningin til leigu á síni heimasíðu í fleiri mánaðir. Tá ið tað ikki eydnast at leiga bygningin út, vil Erling Bech hava hjálp til at selja bygningin, sambært skrivingini hjá Andrass Skaalum. Birgir setur seg í samband við ein kenning og skipar soleiðis fyri at bygningurin hjá Erling Bech verður seldur og leigaður út til Tórshavnar Kommunum fram um bygningin hjá Betri.

Trupulleikin hjá Birgir Nielsen í hesum málið er, at hann arbeiðir í móti Betri og Betri Heim, sum hevur til endamál at skipa fyri keyp og sølu av ognum og sum eftir ætlan skuldi taka sær av at selja bygningin fyri Erling Bech.

Sambært viðtøkunum fyri Ognarfelagið Tryggingartakaranna § 12 stk 3 stendur.

“Stk. 3. Eingin kann virka sum umboðsfólk, um tey eru sett í starv í ella arbeiða fyri virkið, sum er kappingarneyti hjá felagnum og tess dótturfeløgum.”

Sostatt brýtur Birgir Nielsen viðtøkurnar hjá Ognarfelagnum Tryggingartakaranna §12 stk3 og eigur tí at verða koyrdur út úr Umboðsráðnum beinanvegin. 

Viðtøkurnar fyri Ognarfelagið verða avritaðar niður gjøgnum øll dótturfeløgini, tí brýtur Birgir allar viðtøkurnar hjá Samtakinum og hevur tí ein stóran trupulleika við at sita sum umboðsráðslimur, nevndarformaður fyri Betri og næstformaður fyri Betri Banka.

Vónandi skilja tit samband her ímillum. Um tit vilja hava fleiri spurningar ivist eg onga løtu í at Andrass Skaalum, sum hevur verið alment frammi um hetta málið kann geva tykkum fleiri upplýsingar.