Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rani A. Skaalum er ein av trimum ungum, ið arbeiða við ‘Ung fyri lív’.
Føroya Pro Vita hevur fingið eina ungdómsrørslu, sum verður nevnd “Ung fyri lív”. Endamálið er at fagna lívinum, og eitt av fyrstu tiltøkunum er at geva fløgu út.

Ung fyri lív

Av og á hevur verið tosað um at fáa eitt ungdómsarbeiði innan Føroya Pro Vita. Nú er hetta veruleiki.

– Vit eru fyri lívinum, og vit ynskja at fagna tí, sigur Rani Andrasson Skaalum úr Hoyvík, ið er ein av teimum ungu, ið arbeiðir við ‘Ung fyri lív’.

Umframt hann, eru eisini Dánjal Mouritsson Joensen úr Havn og Karin Oddsdóttir Lamhauge úr Runavík, sum skipa arbeiðið í ‘Ung fyri lív’.

Enn eru tey í gongd við fyrireikingarnar, hvussu ‘Ung fyri lív’ skal arbeiða, men fyribils sær ein av endamálsorðingunum soleiðis út:

“Ung fyri lív er fyri øll tey, ið vilja fagna tí fjølbroytni, teimum smáu undrunum, teimum smáu og stóru óvæntaðu hendingunum, ið alter partur av hesi undurfullu ørkymlandi tilveru, ið vit nevna lívið – lat tað verða fagnað!”

Tey siga seg eisini vera óheft átrúnaðarliga, og at fólk, sum ikki trúgva, eru eisini vælkomin at taka lut í teirra arbeiði, um tey vilja fagna lívinum.

Fløguútgáva

Í sambandi við at ætlanin hevur verið at byrjað ‘Ung fyri lív’ í Føroyum, vóru Dánjal, Rani og Karin í Onglandi herfyri á eini ráðstevnu í South Yorkshire hjá Pro Vita í Onglandi.

‘Ung fyri lív’ er ein partur av Føroya Pro Vita, men tað verður stýrt sjálvstøðugt. Dánjal Mouritsson Joensen varð tó valdur inn í nevndina fyri Pro Vita á aðalfundinum seinasta leygardag, so hann situr í báðum støðum.

‘Ung fyri lív’ hevur ætlanir um ymiskt, og eitt av tí fyrsta er at fyrireika eina fløguútgávu.

– Vit ætla at koma við eini fløgu, ið fagnar lívinum. Nær og hvussu tað verður, er tó ikki greitt enn. Vit ætla eisini at fáa ein facebook profil og vónandi eisini eina heimasíðu, sigur Rani A. Skaalum.

Kelda: www.trubodin.fo