Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UNG Í ARBEIÐI: NÚ ER AT MELDA TIL

Aftur í ár sleppa ungdómar í Tórshavnar kommunu at gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa. Ung í Arbeiði verður aftur á skránni í viku 27, 28, 29 og 30. Tey ungu leggja til brots mánadagin 30. juni, og seinasti arbeiðsdagur verður fríggjadagin 25. juli.

Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er 8 tímar frá kl.8:00 til 16:00, fimm dagar um vikuna.** Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 6. juni kl.12:00. Til ber at melda til her: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=420

Síðani verður kunnað á netsíðuni, hvør hevur fingið arbeiði. Áhugin fyri at vinna nakrar krónur í summarfrítíðini er altíð stórur hjá ungdóminum. Vanliga fær áleið helmingurin av teimum, ið skráseta seg, boðið arbeiði.

Í løtuni verður eisini søkt eftir bólkaleiðarum, ið leiða arbeiðið saman við samskiparanum. Bólkaleiðararnir eru vanliga millum 25-35 ár. Kommunan setir eingi krøv um útbúgving, men royndir við ungum og góður kunnleiki til vanligt handaligt arbeiði er ein fyrimunur. Viðbót verður latin bólkaleiðarum.