Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ung og eldri skapa litfagran miðbý

Borgarstjórin tók ímóti í morgun, tá ung sum gomul fóru í bardaga við pensli í hond í miðbýnum. Heðin Mortensen segi, at hann hevði hugsað um tað herfyri, tá fólk vórðu alment boðin "at seta sín persónliga dám á miðbýin í Havn", um tað ikki var akkurát tað, kommunan hevur ynskt við at útskriva hugskotskappingar fyri skúlanæmingar og arkitektakappingar fyri hini. 

 - Endamálið er í hvussu er tað sama - at vit eru felags um at seta dám á miðbýin, at skapa lív og gleði! Hetta við fyribils listarverkum og "installasjónum", sum tað verður kallað, verður eftir hvat eg skilji brúkt nógvar staðir kring heimin. Verkini verða m.a. brúkt til at draga fólk til býarøki, og at varpa ljós á ávís virði. Samstundis skapa tey lív til gagns fyri allar borgarar, segði borgarstjórin.

- Tað, hetta í stuttum snýr seg um er, at eitt fyribils listarverk er bygt her mitt í hjartanum á Havnini. Tríggir útisetar, sum allir arbeiða við býarrúmum, samstarva við kommununa um at byggja listaverkið - hesi eru Sissal Fosaa, Marita Svartá og Hans Óli Højgaard. Alt er bygt av eldsálum við ymsum stuðlum, harundir Tórshavnar kommunu.

- Meðan tað, vit í býráðnum dagliga takast við, oftast eru permanentar og fastar loysnir, so er hetta sum sagt fyribils. Hetta er eitt listaverk, sum bara skal vera partur av býarmyndini í nakrar vikur. Harvið skapa vit lív, rørslu og broytingar, og halda vit fram, so sleppa allar kreativar kreftir framat.

 - Bygningsverkið stendur nú búgvið til at verða listprýtt av øllum, sum hava hug, børnum, foreldrum og ommum og abbum. Hetta er m.a. gjørt møguligt við stuðli frá Sri Máling, Atlanticpane og Poul Michelsen.

 - Málingaklæðini hava tit vónandi við, kommunan veitir máling og penslar og okkurt at drekka og eta, so eg fari at bjóða tykkum vælkomnum í miðbýin í morgun - penslarnir eru klárir, so gerið so væl, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann beyð børnum og vaksnum vælkmnum í miðbýin.