Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ungdómscaféin á Norðasta Horni

”Vit fegnast um hvørt træ og hvørja blómu, sum vit seta niður. Vit fegnast um hvønn einasta spíra, sum vit síggja. Í dag gróðurseta vit eina nýggja blómu á Norðasta Horni, sum eins og allir aðrir spírar birtir vónir”, segði formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge, tá tann nýggja Ungdónmscaféin á Norðasta Horni varð latin upp leygarkvøldið.

. Caféin heldur til í miðrúminum í býlingshúsinum, sum hevur hýst barnagarði og vøggustovu í mong ár. Caféin verður opin fyri ung upp til 18 ár mánakvøld og leygakvøld. Hon er útgjørd við teldum, sjónvørpum, spølum og øðrum framkomnum útbúnaði.

Leiðari er leiðarin fyri býlingshúsinum Óli Midjord, sum hevur nøkur fólk aftrat sær at skipa fyri virkseminum saman við ungdóminum teir timarnar, opið verður mánakøld og leygarkvøld fyri ungum upp til 18 ár.

Bæði ung og vaksin á Norðasta Horni fegnast um hendan nýggja møguleikan hjá teimum ungu, sum er eitt framhald av væl eydnaðu átøkunum við ungdómsklubbum í Margarinfabrikkini í miðbýnum, í Nólsoy og í Hoyvík.

Trivnaðurin er avgerandi

Í røðu síni segði Jógvan Arge m.a:

”Tað avgerandi fyri eitt samfelag og ein bý er, at fólkið trívist. Tað er tí sjálvsagt, at trivnaður í breiðari merking verður settur høgt í Tórshavnar býráð.

Ikki minst hevur tað týdning fyri framtíðina, at tey ungu hava møguleikar fyri innihaldi í sínum virksemi, møguleikar at menna seg og møguleikar at vera saman um ymiskt í frítíðini – snøgt sagt hava umstøður at blóma.

Summar av kørmunum um hesar møguleikar leggur kommunan til rættis við vøggustovum og barnagørðum, spæliplássum, frítíðarskúlum, fólkaskúlum, ítróttavøllum, ítróttarhallum og øðrum tilboðum sum t.d. ungdómsklubbum.

Hetta seinasta hevði sína byrjan við Margarinfabrikkini, sum er eitt livandi ungdómshús mitt í býnum. Har er nógv áhugavert virksemi, og tey ungu vitja nógv í húsinum.

Vit hava ásannað, at býurin er vorðin stórur og víður, og at tørvur er á ungdómstilboðum kring um í býnum og kommununi. Vit hava sett okkum fyri sum frálíður at hava nøkurlunda javnbjóðis tilboð til tey ungu bæði her og har.

Tí varð farið undir eitt ungdómstilboð úti í Nólsoy. Tað er umráðandi, at tey ungu har kunna virka saman í síni egnu bygd, og nólsoyingar eru fegnir um tilboðið.

Síðani fóru vit undir Klubb 188 í Hoyvík. Hetta hevur eisini verið eitt heppið átak, sum tey ungu har á leiðini hava tikið væl undir við. Ikki minni dámar foreldrunum tilboðið – tí tey kenna seg trygg við, at ungdómurin eisini hevur nakað at fara til í sínum egna grannalag.

Ungdómurin sama tørv

Somu sjónarmið liggja aftanfyri átakið, sum nú verður sett í verk her á Norðasta horni. Hesin býlingurin uttast í Vesturbýnum hevur ikki enn vaksið seg líka stóran sum Hoyvík, men ungdómurin her hevur sjálvsagt sama tørv sum annar ungdómur.

Við ungdómscafeini verður roynt at skapa eitt umhvørvi til gagns fyri bæði ungdómin og býlingin. Hetta er ætlað sum eitt klípi aftrat í trivnaðin hjá tykkum og tykkara, sum vit kunna siga byrjaði við býlingshúsinum og ansingarstovninum og varð víðkað við fótbóltsvøllinum.

Í býráðnum hevur ikki skortað upp á undirtøku fyri hesum tiltakinum, men eg havi hug at leggja aftrat, at hevði tykkara býlingskona Maria Hammer Olsen ikki verið so avgjørd, so hevði hetta tilboðið kanska ikki sæð dagsins ljós longu í dag.

Ofta verður sagt, at tey ungu vilja vera kool, og at tey hava brúk fyri koolum tilboðum. Vit í býráðnum vóna, at ungdómscafein á Norðasta horni verður eitt koolt savningarstað, sum fær tann ætlaða týdningin fyri trivnaðin hjá bæði ungum og vaksnum her úti á Norðasta horni.

Nú stendur tað til tykkara, bæði ung og vaksin og fyriskiparar, at fáa hetta fræið at festa rót og blóma, segði Jógvan Arge.