Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UNGDÓMSKONSERT í Spaniastovu !!!

Í kvøld fríggjakvøldið tann 13 kl. 20:00. Verður eitt brak av einari ungdóms konsert í Spaniastovu í Klaksvík.

Bólkarnir, sum fara at spæla í kvøld eru Sleepless Ghosts, ið eru vinnararnir av tónleikakappingini Sement, og hava fingið heiti sum Føroya feitasti nýggi bólkur.

Eisini fara Jetty Beast at rocka pallin við sínum feitum rocki.

Rógvi Jakobsen, ið nú er eitt kend navn millum fólk, kemur at skapa góðan stemning við síni guitar og vøkru sangstemmu.

Ungdóms konsertin í Spaniastovu er ein høvuðs verkætlan í samskifti í Tekniska skúla í Klaksvík. Tað í uppgávan hjá okkum er um er at menna mentanar lívið í Klaksvík.

Vit leggja dent á at um Klaksvíkin hevur eitt ríkt mentanarlív, so verður trivnaður sum heild nógv betur, og harvið kann tað føra til fólkavøkstur.

Poul, Hávarður og Baldur