Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ungir menn stovnað bilportal

Fyri tíð síðani sá nýggjur bilportalur dagsins ljós við brúktbilasølu og biltíðindum.

Teir tríggir Kiran Jóanesarson, Dávid á Hvítanesi og Sverri Egholm hava í felag stovnað heimasíðuna www.Bilportal.fo

- Vit hildu, at tørvur var á einari slíkari heimasíðu, ið bjóðar tænastur sum t.d sølutorg og biltíðindi, sigur Kiran, ið er ein av stovnarunum.

Ætlanin er at fáa fleiri aðrar tænastur inn á síðuna seinni. Brúktbilasølan fevnir um bæði privatar sølur og um brúktbilamarknaðin hjá bilasølunum kring landið.

Ætlanin er at menna nýggja portalin so við og við, men longu nú eru tað upp ímóti 200 bilar inni og nógvir eru eisini longu seldir.

- Longu nú eru fleiri brúktir bilar inni og vit hava gjørt samstarv við fleiri bilasølur. Vit vóna sjálvandi, at tað verða enn fleiri bilar innan stutta tíð, sigur Kiran Jóanesarson, at enda.

Frammanundan eiga Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm Skipsportalin, ið hevur hevur nøkur ár á bakið.