Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uni Arge

- er aftur við útgávuni Meðan Vindurin Strýkur

Henda triðja útgávan skilir seg ikki so nógv frá hinum útgávunum, men hevur hann ivaleyst vilja lagt herðslu á eina meira tónleikaliga “avpussaða” útgávu.

Eg havi fylgt Una, síðani hann byrjaði við tónleikinum og er tað sermerkt ynski hjá honum, at hann vil bera sín boðskap til okkum í greiðum á góðum tekstum.

Hann hevur eitt sera gott talent fyri tí tesktliga, sum onkursvegna bæði er gjøgnumhugsað og sera væl frágingið.

Tað er so ofta vit hoyra, at tónleikurin ofta doyvir tann sangliga partin og er tað sanniliga ikki tað, vit kunnu siga um útgávurnar hjá Una.

Mær dámar ikki altíð at gera samanberingar, men komi eg eitt sindur inn á Sebastian, tí hann minnir um tað samanspælið millum at føra fram og at hetta skal geva okkum eina tónleikaliga uppliving.

Tað er eitt sindur huldisligt við tekstsetingini hjá Una, tí vit koma altíð at sita við hesi kensluni, at hann hevur funnið sær ein borgara hann eygleiðir og vil siga sína meining um.

Eg veit ikki, um hetta er so, men fyrr hevur hann skrivað tekst, sum fær okkum at leita eftir tí, hann hevur eygleitt.

Mær dámar væl henda formin fyri mentanarliga staðseting, tí tá eg hoyrdi Olaf Johannesen í sending í KVF um dagarnar, kom hann inn á júst hetta, at tónleikurin og mentanin ikki hevur øll svarini, men heldur setur spurningar.

Tað er nakað Uni dugir sera væl, tí tá vit verða sett støðuna at gita og hugsa, er tað júst tað vit vilja.

Tekstirnir eru tað, eg hugsi mest um í hesi og hansara útgávum, men hann hevur við hesari vilja fingið góðan “mainstreamaðan” tónleik inn og tað hevur hann sanniliga megnað.

Tá hann júst hevur valt hesar umstøðurnar og við so góðum tónleikarum, eri eg bæði undirhildin tónleikaliga og ikki minst við tí boðskapi, Uni vil bera okkum. Tónleikurin er sera einkul fólksligur popp/rockur, sum fær ein at forvitnast og tað er júst ein av styrkjunum hjá Una, at tú fer at lurta nærri.

Fyri at nevna okkurt av løgunum, eri eg sera fegin um lagið “Vangamyndir,” sum lýsir støðuna í hesum tíðum og so svingar lagið væl.

Ein sera væl frágingin útgáva!

Fríðálvur A. Jensen