Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Unik myndaframsýning í Klaksvík

Í dag kl. 19.00, letur Bárður Lydersen upp eina heilt einastandandi myndaframsýning í býráðshøllini í Klaksvík. Hjartanemandi myndirnar og uppsetingin av framsýningini flyta teg beint í fátækrabýlingarnar í Monrovia

Tíðindaskriv, 14. august 2013 Hetta er fyrsta framsýning av sínum slagi í Føroyum. Uppsetingin er heilt unik og flytir teg beint í fátækradømið í Liberia. Myndirnar, sum eru tiknar í høvuðstaðnum, Monrovia, 10 ár eftir at 14 ára langa borgarkríggið har endaði, eru sterkar og kenslubornar.

Framsýningin, sum ber heitið ”Acre of Hope” vísir ein veruleika hjá børnum og ungum, sum onga vón hava um eina bjarta framtíð.

- Vit menniskju í vesturheiminum, vit sum hava alt, vit eru " vónin og akurin " hjá hesum børnum, sum ikki hava reint vatn og sum oftasta fara svong til songar, sigur Bárður Lydersen, sum var sterkt ávirkaður kensluliga av upplivingunum í Liberia.

Endamálið við framsýningini er at varpa ljós á ein veruleika hjá teimum milliónatals børnum, sum liva í fátakaradømi. Ein veruleika sum vit í vesturheiminum hava ilt við at seta okkum inn í ella ikki orka at hugsa um og kennast við.

Tað verður Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum letur upp framsýningina og Hans Michael í Mitttúni fer at seta dám á løtuna við tónleiki á flygel.

Bárður Lydersen var í fjør í Liberia, har hann eitt nú vitjaði barnaheimið hjá ABC barnahjálp.