Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Upp á barrikadurnar

Fakfeløgini kalla umboð fyri øll feløløg inn til fundar í dag 24. november kl 16:00 í hølum Føroya Arbeiðarafelags fyri at fyrireika mótmæli mótvegis skattingini av pensjónsinngjøldum og flata skattinum.

Fakfeløgini hava, síðani ætlanirnar um flata skattin og skatting av pensjónsinngjøldum kom fram, skipa fyri ymiskum, og sent fleiri mótmælisskriv móti hesum ætlanum. Ætlanin við fundinum í dag er at fáa skipað fyri eini stórari mótmælisgongu í næstum. Tíðliga í næstu viku verður eisini eitt stórt kunningartiltak um pensjónsmálið í Norðurlandahúsinum.

Síðan tað gjørdist greitt, at samgongan vil gera álvara av ætlanunum at skatta eftirlønina við inngjaldi og at seta í verk flatskattaskipan, hava fakfeløgini havt fleiri fundir sínamillum, við serfrøðingar, samgonguna, andstøðuna, politisk ungmannafeløg og onnur við.

Fundurin í dag verður í hølum Føroya Arbeiðarafelags í Tjarnardeild kl 16:00.