Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppliv klintring upp á Trøllkonufingur beinleiðis á alnetinum

Ein av næstu døgunum, tá ið tað viðrar, fara fimm ungir mans at klintra upp á 313m høga Trøllkonufingur, ið stendur sunnanfyri Vágoynna. Tað serliga við hesum klintritúri er, at tú og eg kunnu fylgja beinleiðis við, meðan teir klintra. Klintrararnir fara nemliga í samstarvi við Vodafone, sum stuðlar túrinum, at leggja myndir og filmsbrot út á alnetið. 

Ungu menninir – Pætur Jørðdal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen, Bergur Mikladal og Baldur Meitil – eru ikki óroyndir klintrarar. Teir hava tikið skeið í klintring, og fleiri teirra hava klintrað saman áður m.a. upp á Øldina, Risan og Kellingina, Tindhólm og Ytra Koll. 

- At vera djørv er partur av okkara DNA – tí vóru vit beinanvegin við uppá hesa verkætlan, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone. Við hjálp frá okkara nýútbygda farneti kunnu vit varpa beinleiðis av Trøllkonufingri umvegis 3G. Harvið kunnu vit øll verða partur av avbjóðandi upplivingini hjá djørvu ungu monnunum, meðan teir hanga í leysari luft 300 metrar yvir vatnskorpuni.

Fylg við, meðan teir klintra
Meðan teir klintra fara teir at leggja myndir og filmar út á Snapchat og Instagram umvegis fartelefon. Hesir sosialu miðlarnir eru nógv brúktir av føroyingum, ið kunnu fylgja beinleiðis við klintrarunum við longu nú at leita eftir ‘vodafoneforoyar’ á báðum platformum.

Tey, ið ikki nýta hesar miðlar, kunnu fylgja við inni á vf.fo/trollkonufingur, har somu myndir og filmsbrot kunnu síggjast.

Felix Baumgartner og Trøllkonufingur
Møguleikin at fylgja beinleiðis við tíllíkum roysnisbragdi gjørdist kendur, tá ið Felix Baumgartner hoppaði úr 39 km hædd, og fólk um allan heim kundu fylgja beinleiðis við á alnetinum. Hesufer er talan um at sigra á gátuføra fingrinum, sum rísur 313 metrar upp úr Norðuratlantshavinum.

Túrurin er mettur at taka tveir dagar, har ungu mennirnir fara avstað tíðliga um morgunin. Teir klintra upp á Ovaraskarð, sum er umleið 260m uppi, har teir yvirnátta í soviposum, um pláss er. Á middegi dagin eftir er ætlanin at standa á toppinum, og síðani at vera niðri í bátinum aftur um kvøldið.

Ikki fyrstu ferð
Søgnin sigur, at fyrsti maður, sum klintraði upp á Trøllkonufingur, gloymdi annan vøttin á toppinum. Hann fór uppaftur eftir honum, men tá gekk orkan undan, og hann datt niður og doyði.

Í 1844 gjørdu tveir mans í Sandavági eina roynd at klintra upp á høga klettin í samband við, at krúnprinsur Frederik VII var á vitjan. Teir komu ikki longur upp enn umleið 200-260m. 

Í 2012 eydnaðist tað so einum toymi at koma upp á toppin fyri fyrstu ferð (um gamla søgnin ikki verður tald við).

Hesaferð verður møguleiki at fylgja túrinum, meðan hann er. Far inn á Snapchat ella Instagram og leita eftir vodafoneforoyar – beint nú. Kunna verður aftur, tá klintrararnir fara avstað.