Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppsagnir í Almannaverkinum kærdar

KÆRA: Átta limir í Starvsmannafelagnum vórðu uppsagdir í Almannaverkinum í heyst. Starvsmannafelagið hevur kært fimm av uppsagnunum, tí felagið heldur grundarlagið fyri uppsagnunum verða ógreitt

Níggju starvsfólk, harav átta vóru limir í Starvsmannafelagnum, vóru søgd úr starvi í heyst, tí at stovnurin hevði fingið álagt at spara. Starvsmannafelagið hevur avgjørt at kæra nakrar av uppsagnunum, tí at felagið heldur, at spurnartekn kann setast við grundarlagið fyri uppsagnunum.

Kæran er latin Almannamálaráðnum, men av tí at ráðið metir seg vera ógegnigt at viðgerða kæruna skal Løgmansskrivstovan taka støðu til hvør skal viðgera kæruna.

Kæran snýr seg bæði um sjálvt innihaldið í uppagnunum og mannagongdina, tá ið starvsfólkini vóru uppsøgd.

Óítøkiligt grundarlag

Starvsmannafelagið heldur, at Almannaverkið í fleiri av málunum hevur ikki gjørt sær nóg greitt hvussu virksemið á stovninum skuldi skipast, eftir at uppsagnirnar vóru settar í verk.

Sparing kann vera saklig grundgeving fyri uppsagnum, men Starvsmannafelagið vísir á, at sambært rættarvenjuni má ein stovnur, ið ætlar at siga fólki upp kunna vísa á hvussu sparingarnar fara at ávirka starvfólkatørvin. Hettar so at metast kann um hvørt uppsagnirnar eru sakligar í mun til sparingarnar. Og hettar eftirlýsir felagið í fleiri av uppsagnarmálunum í Almannaverkinum.

Fyri Starvsmannafelagið hevur tað avgerðandi týdning, at grundarlagið fyri uppsagnum er so mikið greitt og væl upplýst, at felagið og tey uppsøgdu kunnu kenna seg nøkunlunda vís í at uppsagnirnar eru sakligar í mun til sparingina.

Eisini fyri framtíðina hevur tað týdning at fáa staðfest, at stovnar gera sær ómak við hesum, so at vit kunnu hava álit á, at metingarnar og útveljingin av teimum, ið skulu sigast upp, er saklig og røtt.

Ivi um hoyringina

Starvsmannafelagið setir eisini spurnartekn við um reglurnar um hoyring vóru hildnar í summum av málunum.

Tá starvsfólk verða uppsøgd hava tey rætt til at gera viðmerkingar til orsøkirnar til uppsagnirnar. Men sambært Starvsmannafelagnum vóru í fleiri av málunum nýggjar orsøkir førdar fram í endaligu uppsøgnini, sum ikki vóru nevndar í ætlanarskrivunum. Og sum tey uppsøgdu tískil ongantíð fingu høvi at gera viðmerkingar til.

Hettar kann ikki vera rætt, metir Starvsmannafelagið, sum heldur, at talan er um ein viðkomandi formligan feil, sum kann hava ávirkað endaliga úrtslitið.