Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppskot til at hjálpa teimum, ið liva á fátækramarkinum

Sum heild eru vit eitt ríkt land, men ójavnin í inntøkunum er stórur. Meðan mong liva í yvirflóð, so eru tað hálvtannað túsund, ið ikki hava nokk til dagin og vegin. Kanska ein nýggj útgáva av ríka manninum og Lazarus? Vaksin og børn í fátækradømi. Tað er hjartanemandi.

Politiski myndugleikin eigur at skapa haldgóðar loysnir fyri øll eisini fyri tey, ið lenda á fátækramarkinum, so tey skjótast gjørligt – um eg so má siga – kunnu svimja seg upp á turt. Kunnu klára seg sjálvi uttan angist og svøvnleysar nætur við stúran fyri hvørjum degi, tí molarnir frá ríka mans borðið ikki røkka til.

Av somu orsøk loyvi eg mær at koma við nøkrum uppskotum, sum politiski myndugleikin kann – eftir viðgerð og broytingar – viðtaka og seta í gongd, áðrenn alt ov langa tíð.

Uppskotini kunnu eisini broytast og regulerast av teimum, ið hug hava til tess. Míni uppskot eru:

a. Beinanvegin fíggjarligan styrk: 1000,- kr. pr. høvd pr. mðr. í max. 12 mðr. Ella eisini bert til onnur gevandi loysn verður funnin. Ein loysn, ið kann seta kósina burtur frá fátækramarkinum.

b. Serkøn fólk eiga at verða sett í størv fyri at hjálpa teimum ungu og vaksnu í størv/parttíðarstørv ella líknandi. Í hesum sambandi eiga spurnaðarbløð at verða gjørd til sama bólk um tørv og ynskir til størv, so tey serkøna betri kunnu seta kós, ið møguliga kann føra til nakað gott.

c. Um neyðugt hjálpa teimum fíggjarliga, ið eru noydd av landinum fyri at skaffa sær arbeiði, tí ongir møguleikar eru í landinum. Í hesum sambandi at leggja pening út fyri ferðaseðlar tur/(retur, um royndin miseydnast.) Og gjalda innivist í upp til 2 mðr. meðan leita og søkt verður eftir arbeiði. Kanska kann nakað av síðstnevnda ordnast úr Føroyum? Ongantíð betri.

Frammanfyristandandi er míni bestu boð upp á loysnir. Boðini, kunnu av tykkum, ið lesa tey, gerast betri. Tað krevur bert, at tit seta tykkum niður og skriva, tað tit halda átti at verið broytt ella kanska lagt aftrat og almannakunngera niðurstøðuna.

Alt, sum fremur eina góða og virðiligari loysn fyri nevndu fátæku fólk, sum í løtuni eru bundin niður, men sum vit – við felags hjálp - kunnu fáa loyst úr hafti, er kærkomið. Men í síðsta enda avhengur alt av Ríka manni. Vil hann, ella vil hann ikki hjálpa til. Tað er og verður, hin stóri og altavgerandi spurningurin. Vónandi vil hann tað, soleiðis at alt fleiri kunnu gerast lukkulig og glað í gerandislívinum. Tað átti at glett okkum øll.

Vit mugu liva í vónini og biðja til, at ein virðilig loysn verður funnin og fer at virka skjótast til ber.

Dagfinnur Danbjørg.