Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppskot til ummælis savnað á einum staði

Nú ber til at fylgja við á felags heimasíðuni hjá Føroya landsstýri, hvørji uppskot hjá landsstýrinum eru send til ummælis.

Talan er um ein felags pall, har borgarar, fakfeløg, politikarar, fjølmiðlar og onnur støðugt kunnu fylgja við, hvørji uppskot tey átta stjórnarráðini senda til ummælis.

Endamálið við at savna øll uppskotini á einum staði er at tryggja størri opinleika í lóggávuarbeiðinum hjá landsstýrinum.

Leinkjan til uppskotini, ið eru til ummælis, er her: http://www.foroyalandsstyri.fo/landsstyrid/uppskot-til-ummaelis/