Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppskotini um miðbýin almenn mikudagin

Mikudagin 5. mars sleppur almenningurin at síggja øll tey 79 einastandandi spennandi uppskotini frá skúlaungdómum, sum gjørd eru í sambandi við stóru verkætlanina um miðbýin í Havn.

Týsdagin 4. mars kl 15 verður tiltak Í Mullers Pakkhúsi fyri allar skúlaungdómararnar, sum lótu uppskot inn í sambandi við stóru verkætlanina um miðbýin. Dómsnevndin er í løtuni í holt við at finna vinnararnar. Í dómsnevndini sita Eyð Strøm, Katrin Ellingsgaard, Jóan Petur Hentze, Jákup Egholm Hansen, Elin Lindenskov, Jógvan Arge og Heðin Mortensen.

Á hátíðarhaldinum týsdagin fyri næmingar og lærarar, sum varar frá kl 15 til 18, verða vinnararnir avdúkaðir. Ikki færri enn 79 uppskot komu inn í sambandi við verkætlanina, hesi eru nú samskipað í eini stórari framsýning í Mullers Pakkhúsi. Framsýningin verður opin fyri almenninginum dagin eftir, mikudagin 5. mars, frá kl 13 til 18.

Uppskotini eru sera fjølbroytt. Tey eru partur av miðbýarkappingini, sum Tórshavnar kommuna setti skjøtul á í desember mánaði. Og ikki færri enn 79 uppskot eru latin inn. Tí er eingin ivi um, at ungdómurin eisini vil vera við at mynda og menna miðbýin í framtíðini.

Borgarstjórin hevur áður sagt seg púra ovfarnan av øllum hugskotunum, sum tey ungu eru komin við, men nú framsýningin er sett upp er hann ikki minni ovfarin. Kommunan er sera vælnøgd við luttøkuna. Nógv uppskot eru nýskapandi og geva kommununi íblástur til framtíðar býarmenning.

- Í so ómetaliga mong ár hava ungdómar hildið, at okkurt vantar í miðbýnum. Nú hava tey endiliga fingið høvið bókstaviliga at skera teirra dreymar út í papp. Her er so ótrúliga nógv spennandi komið inn, og uppskotini vísa greitt, at tey ungu ikki heilt síggja býin á sama hátt sum politikkararnir gera, so hetta er avbera spennandi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Ein dómsnevnd fer nú at hyggja nærri at teimum mongu uppskotunum. Vinnandi uppskotið fær 15.000,- og síðani er onnur virðislønin 10.000,- og triðja virðislønin 5.000,-. Sum sagt verða uppskotini sýnd fram mikudagin 5. mars frá kl 13 til kl 18.