Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppstilling til eldraráðsvalið byrjað

Val til eldraráðið í Tórshavnar kommunu verður í heyst. Seinasta freist at velja er 18. oktober 2012. Borgarar eldri enn 60 ár valdagin kunnu velja.

Men longu nú er uppstillingin farin í gongd. Hevur tú valrætt til eldraráðið, kanst tú eisini stilla upp.

Eldraráðið hevur týðandi uppgávu at ráðgeva býráðnum og býráðsumsitingini í øllum eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er eisini at tryggja, at tey eldru verða hoyrd og hava ávirkan á viðurskifti, sum viðkoma teimum, og at teirra vitan og royndir verða gagnnýttar mest møguligt.

Tey, sum vilja stilla upp, skulu fylla eina valevnisfráboðan út. Saman við fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við frá fimm stillarum, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til eldraráðið.

Hetta skjalið fæst í Snarskivuni og á torshavn.fo og nevnist: “Valevnisfráboðan og stillaralisti til eldraráðsval 2012”.

Seinasta freist at lata fráðoðanina inn og harvið stilla upp er 19. september 2012 kl. 16.00.

Tá endaligi uppstillingarlistin er klárur, verða atkvøðuseðlar sendir øllum borgarum, sum valdagin eru 60 ár og eldri.