Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UPPSTILLING TIL FÓLKATINGSVAL

Eg fari at stilla upp til komandi fólkatingsval sum uttanflokka valevni. Endamálið við uppstillingini er at fáa í lag eitt ríkisting at avgera hvussu vit sjálvi skulu skipa okkara viðurskifti, sigur Zakarias Wang, ið bjóðar seg fram, sum fólkatingslimur uttan løn, og og hann grundgevur soleiðis fyri síni ætlan:

Tá ríkjasovastin eftir valið spyr hvønn eg vil hava at standa fyri nýggju donsku stjórnini, fari eg at mæla til, at tann verður biðin, sum tekur undir við hesum ynski. Til tess at geva ynskinum enn størri tyngd, fari eg beinanvegin at bjóða hinum føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum at vera saman við mær.

Tá tann forsætisráðharri, sum tekur undir við ynski okkara, er settur í starv, verður skipað fyri vali av ríkistinginum, og vit fáa eina stjórn, sum er javnlíki við ta donsku, og kann taka upp samráðingar við hana um viðurskiftini ríkjanna millum.

Harvið kunnu vit koma burtur úr tí ódemokratiska og ólógliga stýrislagi, sum vit liva undir.

Danmarkar ríki hevur fólkarættarliga skyldu at lata okkum sjálvi skipa okkara viðurskifti. Henda skylda hevur verið misrøkt, tí stjórn Danmarkar hevur lønt embætismonnum sínum fyri her at taka avgerðir, sum okkara ríki sjálvt eigur at taka.

 Samstundis hevur stjórnin óbiðin álagt okkum at seta umboð á danating. Fyri at fáa onkran okkara at taka við hesum umboðum, hevur Danmarkar ríki álagt sínum skattgjaldarum at gjalda løn teirra.

Hóast allar royndir prógva, at eingin kann tæna tveimum harrum, tí annar av hesum verður fyri vanbýti, halda summi, at umboð okkara á danatingi samstundis kunnu tæna Danmarkar ríki og okkara ríki. Men tá bert annar harrin rindar løn, er enn torførari at ímynda sær, at hin verður væl tæntur.

Ríkini eru tí ikki javningar, og hetta er ólógligt, skrivar Zakarias Wang.

Fyri at gera mítt til at fáa hetta aftur á beint havi eg gjørt av, at eg, tá eg eri valdur, boði danatingi frá, at eg ikki taki við løn, sigur Zakarias Wang. Hann vísir á, at teir politisku flokkarnir hava gjørt tað soleiuðis, at einstaklingar, sum bjóða seg fram skulu hava 150 stillarar, meðan tey, sum stilla upp í flokshøpi ikki hava fyri neyðini at útvega sær stillarar.