Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Úrslitið av fólkatingsvalinum 2015

Nú er endaliga úrslitið av fólkatingsvalinum 18. juni 2015 fíntalt, og tí er hóskiligt at taka samanum. 

Danska stjórnin fekk í 1993, tá vit lógu lágt, sett sín vilja ígjøgnum viðvíkjandi vallógini til fólkatingsval. Tað var hetta ár, tað varð forboðið at gera listasamband millum flokkar, og kravið til uppstilling uttanflokka var broytt. Higartil hevði reglan verið eins og hon var tá fyrsta fólkatingsvalið var og Niels Winther varð valdur, at tað var nóg mikið at ein maður bjóðaði seg fram og at ein veljari helt at hann skuldi sleppa at royna seg.

Nú var hetta eftir danskari fyrimynd broytt til, at á uttanflokkalista skuldi bert vera eitt valevni, og at stillararnir skuldu vera minst 150 og í mesta lagi 200.

Henda broyting av vallógini var til fyrimun fyri teir báðar sambandsflokkarnar í Føroyum, Sambands- og Javnaðarflokkarnar. Orsøkin er, at sjálvstýrisflokkarnir eru spjaddir, og at teir nú ikki so frægt sum hava møguleika fyri at gera listasamband.

Vit, sum standa aftan fyri uttanflokkalistan, royndu at gera nakað við hetta. Vit vendu okkum til Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkin og skutu upp, at vit stillaðu upp saman. Hetta kundi gerast á tvinnar hættir. Annar var at vit gjørdu eina felags uttanflokka uppstilling av einum valevni, sum vit bakkaðu upp av øllum alvi. Eg segði, at eg var fúsur til at leggja niður okkara uttanflokkalista um so var, at vit kundu semjast um hesa loysn.

Hin møguleikin var, at vit gjørdu eina felags uppstilling av fremstu valevnum hjá øllum flokkum. Hetta mátti vera á listanum hjá einum av flokkunum. Hetta átti ikki at verið serliga ringt, tí so høvdu vit øll onkran sum kundi fáa okkara undirtøku, og spenningurin um hvussu valevnini fóru at klára seg, kundi fingið fólk upp úr stólunum og á val.

Hvørki av hesum uppskotum fekk undirtøku frá nøkrum av flokkunum, og tí fóru vit til val hvør í sínum lagi.

Sum kunnugt gekk tað ikki so illa sum fryktandi var fyri. Framman undan høvdu sambandsflokkarnir bæði umboðini, og teir mistu annað, so nú eru báðír veingirnir í føroyskum politikki umboðaðir.

Nú ber so eisini til at gera upp, hvussu gingist hevði, um tey ráð vóru fylgd, sum uttanflokkalistin gav fyri valið.

Tilsamans fingu sjávstýrisflokkarnir 12.199 atkvøður. 

Javnaðarflokkurin fekk 5670 og Sambandsflokkurin 5496. Vit hava lutfalsval, so atkvøðutølini verða býtt við 1 og síðani 2 fyri at síggja hvør ið skal fáa umboðini. Verður atkvøðutalið hjá sjálvstýrisflokkunum býtt við 2 gevur tað 6100 ella 430 meir enn Javnaðarflokkurin fekk. Sostatt høvdu sjávstýrisflokkarnir við felags uppstilling fingið bæði umboðini.

Men hvat um teir høvdu stillað upp eitt felags valevni á einum uttanflokkalista, og hetta umboð hevði fingið sama úrslit?

So hevði úrslitið av fólkatingsvalinum 18. juni verið, at bert eitt umboð var valt. Uttanflokkalistin hevði fingið atkvøður til tvey umboð, men er av vallógini forðaður í at hava meir enn eitt umboð á listanum.

So høvdu Føroyar valt eitt umboð, men skuldi hava tvey. Tá hevði verðið neyðugt at hava nýval fyri at finna fram til seinna umboðið, og skuldi hetta valið verið hildið skjótast gjørligt.

Hesar eru reglurnar, og gott er at vita, hvørjar tær eru, tá støða skal takast til, hvat ið rætt er at gera.

Zakarias Wang