Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útflutningurin av laksi - triði ársfjóðringur 2011

Útflutningurin frá alivinnuni stendur fyri 35% av samlaða útflutninginum sambært Hagstovuni, sum júst hevur útgivið hagtølini fyri 3. ársfjórðing 2011.

Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, útflutti føroyska alivinnan 32.021 tons fyri eitt virði á 1.225 milliard krónur. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør, er hettar ein vøkstur á 31% í nøgd, meðan vøksturin í virði einans er 25%.

Tølini avspegla ógvusligu niðurgongdina í laksaprísinum seinastu mánaðirnar.

Prísurin á heilum køldum laksi er fallin við 33% síðan fyrsta ársfjórðing 2011. Tó hevur prísurin á portiónum hildið sær, takka verið langtíðarsáttmálum. Hóast prísniðurgongdina umboðar føroyska alivinnan enn yvir 35% av føroyska vøruútflutningsvirðinum. Laksur er enn Føroya størsta einstaka útflutningsvøra.

USA og Kina hava staðið fyri tí mesta av vøkstrinum í ár og tað er eisini í hesum báðum marknaðunum, at føroyskur laksur hevur fingið besta prísin. Triði hvør føroyskur laksur endar í USA. Útflutningurin til Kina er vaksin við umleið 50 milliónum krónum í ár og umboðar nú út við 5% av føroyska útflutningsvirðinum av laksi.

Tað er Salmon from the Faroe Islands, ið hevur greinað útflutningstølini hjá Hagstovuni, fleiri hagtøl eru at finna á www.salmon.fo.