Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini eru Annika Olsen, landsstýriskvinna, saman við Elsebeth og Onnu Mariu.

Útgreining av eldraøkinum í Norðoyggjum handað

Umboð fyri Klaksvíkar kommunu handaðu í dag Anniku Olsen útgreining av eldraøkinum í Norðoyggjum. Útgreiningin er týðandi lutur í fyrireikingini at leggja eldrøkið til kommunrnar at umsita.

Í samband við ætlanina at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita, vóru í summar settir starvsbólkar í teimum seks eldraøkjunum at útgreina eldrarøktina í sínum øki. Uppgávan var eisini at koma við boðum uppá, hvussu eldrarøktin kann verða skipað, tá hon verður kommunalt málsøki. Tey fyrstu úrslitini av hesum útgreiningararbeiði eru nú komin undir land.

Í dag vóru umboð fyri Klaksvíkar kommunu og handaðu landsstýriskvinnuni í almannamálum úrslitið av arbeiðinum í Norðoyggjum. Í samband við handanina segði Annika Olsen.

- Eg eri fegin um at kommunurnar hava tikið hetta arbeiði í so stórum álvara og at tær hava lagt so stóra orku í at útgreina eldraøkið. Hetta er ein týdningarmikil partur av fyrireikingararbeiðinum og tað vísir, at kommunurnar eru búnar og til reiðar at taka við avbjóðingini.

Útgreiningararbeiðið er ein týðandi partur av grundarlagnum, tá stýrisbólkurin fyri útleggingina skal taka avgerð um, hvussu eldrarøktin skal leggjast til rættis, eftir hon verður kommunalt málsøki.

Málið er at spurningurin um útleggingareindir og avgerðin um myndugleikabýtið á eldraøkinum verður tikin á komandi stýrisbólkafundi, sum verður áðrenn ársskiftið.

Í næstum verður ein orðaður eldrapolitikkur liðugur og verður hesin eisini viðgjørdur á aðalorðaskifti í løgtinginum.

Almannamálaráðið

Tey, ið hava mannað starvsbólkin eru: Hans Jákup Kallsberg, Viðareiðis kommuna, Heini O. Heinesen, Kvívíkar kommuna, Turið Zachariassen, Hvannasunds kommuna, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, Klaksvíkar kommuna, Elsba Lutzen og Per Johannessen, Almannaverkið, Anna Maria Joensen, skrivari.