Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útgreining av lungnatuberklum

Dagførd tíðindir: Tríggir smittandi tilburðir av lungnatuberklum eru nýliga staðfestir í Føroyum. Allir tríggir tilburðir eru skrásettir, og hevur Landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum, tikið stig til at gera tær útgreiningarnar, sum eiga at verða gjørdar, tá ið smittandi lungnatuberklar koma fyri.

Útgreiningin tekur støðið í at finna fram til hvørji fólk, tey sjúku hava ella hava havt tætt samband við. Tætt samband er húskið og onnur, sum tey sjúku annars hava verið saman við í meira enn 8 tímar dagliga.

Ein av sjúklingunum við smittandi lungnatuberklum hevur verið innlagdur á Landssjúkrahúsinum, og tí verða tey kannað, sum hava verið innløgd um somu tíð, og á somu deild sum tann smittandi sjúklingurin.

Útgreiningin umfatar eisini starvsfólk á seingjadeildum á Landssjúkrahúsinum, har sjúklingurin hevur verið innlagdur.

Harumframt fáa tey, sum hava viðgjørt og kannað sjúklingin, tilboð um at blíva kannað.

Lungnatuberklar kunna smitta sum allar aðrar smittandi sjúkur, men tað er umráðandi at staðfesta, at tey, sum hava tilvildarligt samband við fólk, ið hava smittandi lungnatuberklar, sera sjáldan verða smittað. Eisini er sera umráðandi at skyna á teimum sum hava sjúkraeyðkenni, og teimum, sum ikki hava fingið sjúkuna staðfesta. Lungnatuberklar smitta einans um ein hevur sjúkraeyðkenni, og tá ið tað er staðfest, at tey hava tuberklabakteriur í slími og blóði, ið verður harka upp úr lungunum.

Tey, sum eru frískir berarar av tuberklum, verða í flestu førum sett í fyribyrgjandi viðgerð.

Viðgerðin virkar við at týna tuberklarnar, soleiðis, at frískir berarar av tuberklum ikki verða sjúkir.

Frískir berarar av tuberklum kunna ikki smitta.

Tórshavn tann 14. oktober 2013

Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum