Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útjavning í rangastrúpan

Havnin flýtur í hunangi, ja, gøturnar eru lagdar av gulli. Øðrvísi er kring landið, har eiga kommunurnar ikki sýru í vegg.

Og tí mugu ovurstóru inntøkurnar hjá høvuðsstaðarkommununi javnast út til kommunurnar kring landið. Sjálvt landsstýriskvinnan í kommunumálum hevur givið ljóð fyri tørvi á útjavning, uttan at greiða frá, hvussu ójavnin kemur til sjóndar.

Minni verður tosað um javna útreiðslurnar. Ein útjavningarskipan javnar jú bæði inntøkur og útreiðslur, skal hon vera rættvís. Og tað er væl endamálið. Ella?  

Tað er nevniliga sannroynd, at kommunurnar hava ymiskar útreiðslur til barnaansing, barnavernd, eldraøkið, kloakkir, vegir og aðrar lógarbundnar uppgávur.

Tað vísir seg, at nettojavningin, tá javnað verður út bæði í inntøkum og útreiðslum, er lítil og eingin, tá til stykkis kemur. 

Har tað rennur inn hjá einari kommunu í inntøkujavning, kann tað renna út aftur úr sama kassa í útreiðslujavning. 

Alt javningarprátið er farið í rangastrúpan.

Kommunusamanlegging 
Veruleikin er, at Tórshavnar kommuna er IKKI ríkasta kommuna í landinum mált í skattainntøkum. Veruleikin er eisini, at Tórshavnar kommuna hevur lutfalsliga fleiri útreiðslur sum høvuðsstaður, ið skal veita tænastur til landið alt. Og tað gera vit fegin! 

Men eg skal viðganga, at vit hava ein fyrimun – nevniliga, at vit eru ein stór kommuna, skjótt 42% av fólkinum. 

Tað eru eftir nýggjár 28 aðrar kommunur í Føroyum. Tann fyrimun, ið Tórshavnar kommuna hevur við stórrakstri, kunnu allar kommunur kring landið eisini geva sær sjálvum. 

Tað er bert at leggja kommunurnar saman í størri eindir.

Tess færri, tess fíggjarliga sterkari. 

Fá tað gjørt!

Størsta útjavning í nýggjari tíð er longu framd
Í fjølmiðlaumrøðuni síðstu dagarnar um útjavning tykist knappliga eingin at hava givið sær gætur, at tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, varð samstundis tann størsta útjavningarskipanin í nýggjari tíð sett í verk.

Tann serligi fíggingarleisturin hevur við sær, at allar kommunur fáa endurgoldið tann skattamiss, sum tær hava av ymsum frádráttum til DIS, FAS o.s.fr. Harumframt verður játtanin frá landinum til eldraøkið býtt út út til kommunurnar í mun til talið av pensjónistum.

Í báðum hesum førum er úrslitið, at inntøkugrundarlagið hjá Tórshavnar kommunu lækkar munandi. Tað er nærum á miðal fyri alt landið. 

Flestu aðrar kommunur og øki í landinum fáa hinvegin eina kraftiga øking í inntøkum. Sandoyggin fær heili 30% eyka. 

Fleiri kommunur hava avlop í mun til veruligu útreiðslurnar til eldraøkið. Men ikki hjá Tórshavnar kommunu. 

Fíggingarleisturin ger, at inntøkurnar frá landinum, sum skuldu fíggja eldraøkið í Tórshavnar kommunu, strekkja als ikki til. Har mangla í minsta lagi 15 mió krónur í.

Í veruleikanum hevur man bæði javnað inntøkur úr Tórshavnar kommunu og lagt eyka útreiðslur á kommununa í mun til eldraøkið. 

Hetta er dupult javning úr kommunukassanum í Havn. Og nú er nokk, tí kommunurnar eru so javnt stillaðar sum nakrantíð. 

Og tá er ikki tørvur á meira útjavning.

Heðin Mortensen
borgarstjóri