Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útlendingamál og trygdin

Tað, ið kann geva mær marruna, er tankin um trygdina. Hava vit somu trygd, sum hana vit hava í verandi støðu, um útlendingamál verða yvirtikin. Um ikki, so eigur málið at verða liggjandi, har tað er. Tí vit vita og hava sæð, hvussu sjálvmorðsdevlar infiltrera flóttafólkastreymarnar fyri síðani at spreingja hundraðtals fullkomuliga ósek fólk í luftina.  

Vit eiga við hond og fót og annars við øllum sum vit eiga og hava til taks at byrgja fyri, at tílíkir fanar nakrantíð kunnu seta teirra føtur á okkara klettar. Og fara útlendingamál á føroyskum hondum at geva okkum størri trygd, enn vit hava, so er í lagi.

Men eg ivist og vil hava trygd fyri, at trygdin verður í topp. Tí alternativið kann blíva ræðuligari enn ræðuligt-- óbeskriviligt. Fyristillið tykkum, at devlarnir á ólavsøku ella á øðrum stevnum og/ella festilavum gera sum teir plaga, senda sjálvmorðsfólk inn í mongdina, sum soleiðis drepa eini 30 og særða uml. 150, so sum úrslitið ofta hevur verið. Tílíkt høvdu vit aldrin komu yvir, tað hevði blivið eitt gapandi bløðandi sár, ið aldrin kundi lekst.

Vit hava eina skyldu – fram um allar aðrar skyldur – og tað er at verja okkara fólk. Tí vóni og biði eg til, at tey, ið ábyrgdina hava av okkara fólki og landi, liva upp til tað álit, teimum er givið, so tey alla tíðina verja øll tey, ið hava fingið ta gávu at liva í okkara lítla og vakra landi.

Guð vælsigni land og fólk

Dagfinnur Danbjørg.