Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íbúgvar í Qaqortoq  í Suðurgrønlandi sloppu upp í part, tá Útnorðurráðið í gjárkvøldið skipaði fyri mentanarkvøldi í samkomuhúsinum á staðnum, og høvi var at uppliva nakað av íslendskari og føroyskari mentan.

Kvøldið beyð teimum vitjandi okkurt til góma, oyru og eygu! Borðreitt var við føroyskari grind og spiki, hvalakjøti og súltaðum lambskjøti úr Íslandi og turkaðari lodnu úr Grønlandi.

Av pallinum ljómaði tónleikur, fyri tað mesta framført av tingfólkunum sjálvum, og at enda vórðu vístir filmar úr Íslandi og Føroyum á stórskíggja.

Eini 100 fólk vóru møtt í samkomuhúsinum í Qaqortoq at kanna nærri, hvat Útnorðurráðið kundi bjóða teimum.
 
Tinglimirnir tóku sær, sum sagt, av tónleikaframførslunum. Bæði íslendska og føroyska sendinevndin sungu á egnum máli, og tað varð væl móttikið; men serliga góða móttøku fekk Magni Laksáfoss, ið metti tað verða uppá sítt pláss at syngja á grønlendskum fyri grønlendingum.

Maturin vísti seg eisini at verða vældámdur. Sendinevndinar vóru fyri kvøldarbyrjan á einum máli um, at øll sum ein høvdu tikið ovmikið av mati við, men tá kvøldið varð gingið, vóru mestsum øll føt tóm!

Útnorðurráðið hevur gjørt av at skipa fyri mentanarkvøldum, til tess at læra fólkið á staðnum um mentanina í londunum í Útnorðuri. 

Tiltakið hevur bert verið einaferð fyrr. Tá var talan um eina roynd, í sambandi við at Útnorðurráðið skipaði fyri evnisráðstevnu í Grindavík í Íslandi fyri hálvum ári síðani. Og somikið góð var móttøkan tá, at ráðið gjørdi av, at mentanarkvøld eisini skuldi á skránna fyri ársfundin í Grønlandi..