Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ársfundurin hjá Útnorðurráðnum verður hildin í Qaqortoq í Suðurgrønlandi í døgunum 21. – 23. august i Qaqortoq í Suðurgrønlandi. Hesaferð er fundurin longdur ein dag – tíð er sett av til felagsráðstevnu í samstarvi við Norðurlandaráðið.
 
Lars-Emil Johansen, formaður í Útnorðurráðnum, fer at seta ársfundin. Á skránni er orðaskifti um gongdina í Arktis, fiskiskapur, støðan hjá kvinnunum, ferðamannavinna og ferðsla, umhvørvi og veðurlag. 

Síðsta fundardagin viðtekur Útnorðurráðið tilráðingar, ið síðani verða lagdar fyri tjóðartingini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Undan ársins ráðstevnum eru innkomin tvey uppskot til tilráðingar. Annað er uppskot at seta á stovn Útnorður eftirskúlar, til tess at tryggja, at ungdómurin fær kunnleika um londini í útnorðuri. Hitt uppskotið er, at haldast skal felags ráðstevna um felags geopolitiska veruleikan, vit eru stødd í ídag.

Á evnisráðstevnuni, ið varð hildin í Grindavík á Íslandi í januar 2016, hevði Útnorðurráðið eykaaðalfund. Ein áheitan kom burturúr fundinum: Útnorðurráðið bað stjórnirnar stuðla ráðsins umsøkn at fáa eygleiðarastøðu í Norðurlandaráðnum.

Tilsamans luttaka 30 fólk á ráðstevnuni í Suðurgrønlandi. Umframt limirnar í Útnorðurráðnum, luttaka umboð fyri Stórtingið, Norðurlandaráðið, Artic Circle, Nora og Útnorðurgrunnin.

Mentanartiltak
Tá evnisráðstevnan var í Grindavík í fjør, varð mentanarkvøld fyri fyrstu ferð á skránni. Og somikið væleydnað var tiltakið, at tátturin verður tikin uppaftur í Qaqortoq. Tiltakið verður sunnudagin klokkan 19:00 í bygdarhúsinum á staðnum, og qaqortoq-búgvum er frítt at luttaka.

 - Ynskiligt er at hitta íbúgvarnar á staðnum, og at læra meira um mentanina hjá hvørjum øðrum, sigur Inga Dóra Markussen, aðalskrivari í Útnorðurráðnum.

Skráin fyri mentanartiltakið er forkunnug – røður, sangur, dansur, og ikki minst: Matur frá øllum limalondum.

Burðardygg menning
Tá vanliga ráðstevnan er liðug 23. august, verður felagsráðstevna í samstarvi við Norðurlandaráðið 24. august. Ráðstevnan ber heitið “Burðardygg økismenning í Arktis”.