Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útoyggjastuðulin fyri 2013 latin

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur avgjørt at veita 10 verkætlanum stuðul av játtanini til útoyggjamenning.

Játtanin í ár er kr. 770.000,-.

Lýst hevur verið í bløðunum og á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum í januar mánaði. Tá umsóknarfreistin var farin, hevði ráðið móttikið 14 umsóknir.

Verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul, eru hesar:

Útoyggjafelagið hevur fingið kr. 180.000,- til rakstur av skrivstovu og tiltøkum hjá Útoyggjafelagnum til frama fyri menning á útoyggj. Endamálið er at ráðgeva, samskipa og at fyriskipa tiltøk og arbeiða við verkætlanum, ið eru og fara í gongd í hesum árinum.

Símun Gullaksen, festari í Eystfelli Uppistovupartur, hevur fingið kr. 150.000,- til verkætlanina “Hagreiðingarhús í Hattarvík” Endamálið er at menna umstøðurnar á staðnum, soleiðis at tað verður møguleiki fyri at slátra og hagreiða framleiddar vørur á garðinum, umframt møguliga at víðka virksemið til at slátra og hagreiða fyri onnur seyðahald í oynni, við víðari sølu fyri eyga.

Jógvan Edmund á Geilini hevur fingið kr. 30.000 til verkætlanina “Eingilsmannahúsið í Svínoy, eitt krígsminni”

Endamálið við verkætlanini er seta Eingilsmannahúsið úti á Draganum í upprunaligan stand aftur. Hetta hevur søguligan týdning, og kann eisini gagna ferðavinnuni.

Jógvan Edmund á Geilini hevur fingið kr. 20.000 til verkætlanina “Mentanarsøguliga landslagið úti í Handansgerði” Endamálið við verkætlanini er, at menna ferðavinnuna í Svínoy við at varðveita mentanarsøguliga landslagið úti í Handansgerði, menna vitanina og tilvitanina um økið, sum harvið kann gerast ein partur av upplivingini av at vitja út til Svínoyar, bæði sum partur av einum ferðalagi og sum einstaklingur.

Ólavur Hátún hevur fingið kr. 40.000 til verkætlanina “Bátasavn og bygdarhús í Svínoy”

Endamálið við verkætlanini er at byggja eitt bátasavn við verkstaði í Svínoy, samstundis sum bygningurin eisini kann rúma einum felagshúsi fyri fólkið í bygdini.

Klaksvíkar kommuna hevur fingið kr. 100.000 til verkætlanina “Skýli til ferðafólk”

Endamálið við verkætlanini er at umvæla og umbyggja ein bygning: “Húsið í Túninum” í Svínoy, til bíðirúm og skýli til ferðafólk. Ein betran av umstøðunum hjá ferðafólki er við til at menna bygdina og oynna.

Skúvoyar bygdasavn Harry Jensen hevur fingið kr. 60.000 til verkætlanina “Skúvoyar bygdasavn".

Endamálið við verkætlanini er seta eini hús í stand, sum skulu brúkast til at varðveita og sýna fram ymisk fornminni.

Eftir ætlan skal serligur dentur verður lagdur á at savna alla útgerð og amboð til fuglaveiðu og at lýsa tíðina, tá fuglaveiða (bjargarøkt) var ein týðandi partur av mentanini. Víst verður eisini á møguleikan fyri at sýna fram tað arbeiði, sum Bergur Olsen, fuglafrøðingur, ger í Skúgvi.

Skúvoyar bygdarfelag hevur fingið kr. 50.000 til verkætlanina “Fyrireiking til bygging av bygdarhúsi”

Endamálið við verkætlanini er at fáa felagnum og harvið bygdarfólkinum eini felagshús til tiltøk, bygdini at frama.

William Simonsen, lívfrøðingur hevur fingið kr. 80.000 til verkætlanina “Skordýr á Skúvoynni og veðurlagsbroytingar

Endamálið við hesi verkætlan er at skráseta skordýrini í Skúvoynni á hvørjum ári, fyri at kanna broytingarnar, sum fara fram, sum síðan verða samanbornar við veðurlagsbroytingarnar. Somuleiðis verður eisini mett um føðigrundarlagið hjá heiðafuglinum.

Bygda- og ungmannafelagið Súlan í Mykinesi hevur fingið kr. 60.000 til verkætlanina “Felagshúsið í bygdini”

Endamálið við verkætlanini er at seta dansistovuna í stand, m.a. at byggja uppí og leggja flagtak á.