Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uttanhýsis serfrøði skal eftirmeta Fróðskaparsetrið

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, hevur sett eina uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum skal eftirmeta Fróðskaparsetur Føroya.

Í lógini um Fróðskaparsetur Føroya er ásett, at landsstýrismaðurin skal skipa fyri eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya, og at eftirmetingin skal verða gjørd av uttanhýsis serfrøði.

Serfrøðingarnir skulu meta um virksemið á Fróðskaparsetrinum í síni heild, men fáa annars fríar teymar at meta um øki, ið tey sjálv halda hava týdning fyri ein útbúgvingar- og granskingarstovn, sum skal virka á altjóða støði.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein slík uttanhýsis eftirmeting verður gjørd og verður arbeiðið gjørt í samstarvi við leiðsluna á Fróðskaparsetrinum.

Tey, ið fara at manna serfrøðinganevndina eru: Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari, PhD. Háskóli Íslands og Juerg Glauser, professari, University of Zurich.

Serfrøðinganevndin fer undir fyrireikandi arbeiðið longu í heyst, og eftir ætlan verður frágreiðingin liðug á heysti 2014.