Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- bíbliu- og tónleikaferð

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

95 luttakarar vóru við Bíbliu- og Tónleikaferðini við Norrønu til Hirtshals vikuskiftið 17 – 19. juni. Farið var av Havnini tíðliga fríggjamorgunin og komið varð til Hirtshals leygarmorgunin kl.11.00

Tað varð steðgað í Hirtshals í 2 ½ tíma, har fólkið nýtti høvið at vitja handlar í gongugøtuni, og eisini at støkka inn á gólvið í samkomuhúsinum Malta, sum liggur beint inn frá gongugøtuni. Har høvdu fyristøðuhjúnini, Anna og Hans Djurhuus, dekkað eitt stórt sjálvtøkuborð, sum ein fagnað til føroyska ferðalagið. Hetta gjørdi stórt inntrykk á alt ferðalagið. Tað vóru tveir stórir bussar, sum koyrdi fólkið millum Norrønu og gongugøtuna.  

Luttakararnir fingu ikki einans tað likamligu føðina, men tað varð syrgt fyri tí andaligu føðini eisini. Ikki færri enn fimm bíbliutímar og fýra sangløtur vóru umborð meðan siglt varð. Tað vóru MC Restorff, Svein í Prestgarði og Jóannes S. Hansen, sum tóku sær av tónleikinum, og Hjørleif Vang, Páll á Lakjuni og Svein høvdu bíbliutímarnar. Uppmøtingin var sera góð til øll átøkini umborð, har ikki bert tilmeldaðu luttakararnir møttu upp, men nógv av ferðafólkinum annars, sum sótu til síðsta mann.

Ikki færri enn tríggjar morgunmatarbufféir og tríggjar kvøldbufféir vóru íroknað ferðaseðilin, og maturin og serveringin stóð einki aftanfyri tað besta av tí besta.  

Hóast tað ikki var sólskin á ferðini, so var veðrið gott í sjónum; men fyrstu tímarnar av sunnunáttini vóru eitt sindur rulluttir, men sunnudagurin varð sigldur í dýrdarsjógvi. Kl.22.30 sunnukvøldið komu vit á Havnina, og 95 væl nøgdir Bíbliu- og Tónleikaluttakarar kundu fara væl nøgdir í land. 

Aftur ein góð ferð við Smyril Line og Norrønu komin at enda!